Chelsea nærkast Champions League

Chelsea og Tottenham spældu í kvøld javnleik 2-2 á Stamford Bridge. Tað merkir, at Chelsea heldur fast um triðja plássið, meðan Tottenham framvegis er nummar fimm. Eitt pláss, ið ikki gevur atgongd til Champions League.

 

Tottenham venjarin, Andre Villas-Boas, var aftur á Stamford Bridge, har hann bleiv koyrdur fyri 14 mánaðum síðani. Uppgávan var greið – at vinna. Tottenham stríðist fyri at vinna sær eitt Champions League pláss, men bæði Chelsea og Arsenal eru í betri støðum á ávíkavist triðja og fjórða plássi.

 

Chelsea fekk hol á aftaná tíggju minuttir. Gary Cahill fekk høvið á eftir hornaspark. Við aftaru stong stóð brasilski Oscar púra leysur og kundi tætt undir málinum stúta bóltin í mál.

 

Í eitt korter var Chelsea á odda, men so fór Tottenham í skjótálop. Dómarin, Mike Dean, valdi at geva Tottenham fordeil, tá hann eins væl kundi bríkslað fyri frísparki. Tað endaði við, at Emmanuel Adebayor stutt uttanfyri brotsteigin elegant kundi senda bóltin upp í handara málhorn. Framúr væl skotið.

 

Leiðslan helt til fimm minuttir fyri hálvleik, tá Fernando Torres sendi Ramires avstað. Komin í góða støðu tveitti hann seg fram og setti stórutá á bóltin og skoraði. Eisini eitt gott mál.

 

Í seinna hálvleiki royndi Tottenham at trýsta og Andre Villas-Boas skifti millum annað Clint Dempsey og Gylfi Sigurdsson inn. Tað skuldi vísa seg at verða ein góð avgerð, tí íslendingurin javnaði fyri Tottenham tíggju minuttir fyri tíð. Emmanuel Adebayor spældi hegnisliga bóltin víðari til Gylfi Sigurdsson, sum úr vinstru kundi senda bóltin í handara síðunet.

 

Chelsea mundi hava fleiri vandamiklar málmøguleikar samanlagt, men alt í alt var javnleikur helst eisini í lagi eftir spælbýtinum.

 

Premier League:

Chelsea – Tottenham 2-2(2-1)

1-0 Oscar, 10

1-1 Emmanuel Adebayor, 26

2-1 Ramires, 39

2-2 Gylfi Sigurdsson, 80

 

Chelsea: 4-3-3

Petr Cech – Cesar Azpilicueta, Branislav Ivanovic, Gary Cahill, Ashley Cole – David Luiz, Ramires, Juan Mata – Oscar(Yossi Benayoun, 84.min), Eden Hazard(Victor Moses, 73.min), Fernando Torres

 

Tottenham: 4-3-3

Hugo Lloris – Kyle Walker, Michael Dawson, Jan Vertonghen, Benoit Assou-Ekotto – Tom Huddlestone, Scott Parker, Lewis Holtby(Clint Dempsey, 70.min) – Aaron Lennon(Gylfi Sigurdsson, 72.min), Gareth Bale, Emmanuel Adebayor