Síðani russiski ríkmaðurin, Roman Abramovich, keypti Chelsea í 2003 hevur bara gingið ein veg hjá London-felagnum. Felagið vinnur steyp so at siga hvørt ár, og í dag kann ikki annað enn staðfestast, at Chelsea er eitt av heimsins størstu fótbóltsfeløgum. Nú eru ætlanir um at útbyggja leikvøllin hjá The Blues, tí at tey 41.798, ið Stamford Bridge kann rúma, er ikki nóg nógv fyri eitt felag, sum stríðist í oddinum í Premier League árliga.
Trupulleikin hjá Chelsea er, at tað kann taka upp í trý ár at útbyggja Stamford Bridge til at kunna rúma 60.000. áskoðarum, sum er talið av áskoðarum, ið Roman Abramovich ynskir á útbygda leikvøllinum. Millum annað verður víðagitni Wembley-leikvøllurin nevndur sum ein møguligur fyribils heimavøllur hjá Chelsea, meðan Stamford Bridge verður útbygt. Onki er tó endaliga avgjørt enn. Hetta veit bretska Daily Mail at siga.
Umbyggingin av Stamford Bridge verður mett at kosta umleið fimm milliardir. Ein slík upphædd plagar tó ikki at vera nakar trupulleiki hjá Roman Abramovich at gjalda. Mangan hevur hann gravað djúpt í lumman fyri at fáa sínar dreymaleikarar at spæla fyri Chelsea.