40 ára gamli Paolo Maldini stillaði í summar gaggurnar, men nú vil Chelsea hava fatur í honum. Nýggi venjarin hjá Chelsea, Carlo Ancelotti, sigst hava Paolo Maldin ovast á listanum yvir møguligar hjálparvenjarar, skrivar the Independent. Maldini spældi á besta liðnum hjá Milan í 24 ár, og gjørdist talan um fleiri enn 900 dystir fyri felagið.