Í farnu viku kom seismikkskipið Malene Østervold á Havnina. Skipið skal skjóta seismikk á loyvi 008, sum liggur beint við markið og tætt upp at tí stóra oljufundinum, sum oljufelagið Chevron hevur gjørt hinumegin markið, eisini kallað Rosebankfundið.
Don Ragusa, sum stendur á odda fyri leitingini hjá Chevron á okkara leiðum, sigur við Sosialin, at Chevron og tess partnarar fara í seinasta ársfjórðingi í ár at taka støðu til, hvat ætlanin er við loyvi 008. -Vit skutu seismikk í fjør, sum er ein partur av okkara skyldum. Men vit skutu ikki allan seismikkin tá, tí veðrið var ikki heilt til vildar, so nú hava vit gjørt sáttmála um at skjóta restina av seismikkinum sigur Don Ragusa.
Hann váttar, at Chevron er eisini í gongd við at tilrættaleggja eina sokallaða ”sitesurvey” kanning. Hetta er seinasta útkallið undan eini boring. Hon verður gjørd fyri at finna rættta staðið at seta borin í undirgrundina.
Men Don Ragusa sigur, at hóast Chevron og partnarar tess ikki hava tikið endaliga avgerð um at halda fram við loyvi 008, so hevur man kortini gjørt av at fara undir at gera ”sitesurvey” kanningar í loyvinum, tí tað er rættiliga torført at fáa skip til slíkar kanningar. Men hann leggur dent á, at samtakið enn ikki hevur tikið endaligu avgerðina, hvat man vil við loyvi 008. Sosialurin skilur annars, at hetta er meira ein spurningur um formalitetir, tí Chevron og partnarar tess síggja stórar møguleikar bæði á bretskari og føroyskari síðu.
Í løtuni verður eitt sera framkomið boriskip bygt í Suðurkorea. Tað verður liðugt í heyst og fer fyrst og fremst at taka sær av at bora brunnar á Atlantsmótinum. Chevron arbeiðir kring allan og eitt av økjunum, sum felagið raðfestir høgt, er Atlantsmótið, sum Føroyar eru partur av. Felagið er helst tað oljufelagið, sum hevur brúkt flest pengar uppá kanningar á Atlantsmótinum, og komandi árini fara at vísa, um hetta hevur verið ein skilagóð íløga. Oljufólk Portalurin hevur tosað við siga, at Chevron hevur fatur á tí rætta endanum.
Boriskipið Stena Carron skal bora fleiri metingar- og avmarkingarbrunnar á Rosebankleiðini á bretskum øki, tætt upp at føroyska markinum, longu í vetur og komandi vár. Portalurin skilur, at Chevron fer eisini at brúka nýggja boriskipið til at bora brunnar í grannalagnum, eitt nú í føroyskum øki fyri at vita, um olja finst her.
Ætlanin ella strategiin hjá Chevron er at byggja upp ein infrastruktur á Rosebankleiðini á bretskum øki, skamt frá føroyska markinum og síðani útbyggja møgulig onnur felt í grannalagnum og binda tey í Rosebank. Hetta sparir stórar íløgur og ger eisini, at sjálvt minni fund kunnu vera lønandi.
Petur Joensen frá Jarðfeingi sigur við Portalin, at tey fylgja sjálvandi væl við í øllum tí, sum hendir á landgrunninum, og hann fegnast um, at Chevron raðfestir Føroyaøkið nógv. Herfyri kom fram, at StatoilHydro fer undir eina risastóra seismiska verkætlan beint upp at loyvinum, har Chevron nú fer at skjóta seismikk. Við hesum seinastu útmeldingunum ber til at siga, at føroyski landgrunnurin er áhugaverdur fyri fleiri oljufeløg.