Oljuleiting
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Lítið og einki er higartil likið út um stóru boriætlanina hjá Chevron, Statoil, DONG og OMV á bretskum øki skamt frá føroyska markinum. Feløgini, sum í 2004 søgdu seg hava gjørt eitt stórt oljufund á Rosebankleiðini, hava nú í skjótt eitt ár borað avmarkingar- og metingarbrunnar fyri at vita, hvussu stór keldan er. Sunnudagin komu so fyrstu lívstekini frá hesi umfatandi og kostnaðarmiklu boriætlan. Tá Lómur sigldi framvið boripallin stóð eldur og roykur upp úr torninum. Nú vátta bæði Chevron og Statoil, at tey eru í ferð við at testa ella royndarframleiða í brunninum. ??Murial Roberts, pressustjóri hjá Chevron sigur við Sosialin, at tey testa brunnin. Eisini Rúni M. Hansen, stjóri í Statoil váttar, at tey eru í ferð við at testa brunnin. Hann váttar, at hetta er tann næsti av trimum brunnum, sum verða boraðir fyri at vita, hvussu stór oljukeldan er og hvussu hon háttar seg. ??Sum skilst, so sær hetta eftir øllum at døma sera lovandi út. Hetta kann vera byrjanin til fyrstu fyrireikingarnar at fara undir eina oljuframleiðslu tætt upp at føroyskum marki.