Chili: Endaði á landi við 2000 tonsum av fiskafóðuri

Tíbetur spældi alt væl av, tá eitt farmaskip við 2000 tonsum av fiskafóðuri og 40.000 litrum av brenniolju fór á land í Chili.

Herfyri sigldi eitt farmaskip seg fast nærindis landi í Chili.

 

Hetta var skipið Isla Tautil, sum var lastað við 2000 tonsum av fiskafóðuri og 40.000 litrum av brenniolju. 

 

Vandi var fyri, at hol kundi koma á skipið, so olja fór at leka úr, men sum dagarnir gingu, eydnaðist tað at bjarga skipinum.

 

Á flóðini fríggjadagin varð skipið hálað av aftur, og sambært iLaks gekk átakið væl. Tá hevði Isla Tautil staðið fast í trý samdøgur. 

 

##med2##

 

Hendingin fór fram í Sarmiento-kanaluni í Patagonia har suðuri í Chili, og kanningar vísa, at eingin dálking hevur verið.

 

Eingin mansskaði hendi og manningin, sum taldi 12, var umborð á skipinum, meðan tað stóð.

 

iLaks skrivar, at skipið nú liggur fyri akkeri. Skrokkurin skal kannast nærri, og helst skulu onkrar smærri umvælingar gerast.

 

##med3##

 

 

 

 

 

Hendingin fór fram í Sarmiento-kanaluni í Patagonia har suðuri í Chili.

Á hesi myndini sæst, hvussu nær farmaskipið var landi, tá tað tók.