Chojniczanka vann stórsigur á heimavølli

Andrias Edmundsson og liðfelagarnir í Chojniczanka lyftu seg upp á 11. plássið við 5-1 stórsigrinum á Stezyca

Aftaná eina tunga byrjan hava Andrias Edmundsson og liðfelagarnir í Chojniczanka í triðbestu pólsku fótbóltsdeildini nú fingið tveir sigrar á rað.

 

Chojniczanka vann í kvøld stórsigur 5-1 á Stezyca. 

 

Chojniczanka var á odda 2-0 longu tá 19 minuttir vóru farnir. Venjarin hjá Stezyca skifti tríggjar leikarar út í steðginum, men bert fimm minuttir út í seinna hálvleik fekk Stezyca ein mann vístan av vøllinum. Kortini megnaði Stezyca at minka um munin til 1-2. Men so fekk Chojniczanka skil á tingunum aftur og við trimum málum aftrat kundu Andrias og liðfelagarnir fegnast um stórsigurin.

 

Chojniczanka lyfti seg upp á 11. plássið í deildini, har teir hava 12 stig fyri 10 dystir. 18 lið eru í deildini. Tvey lið flyta beinleiðis upp. Nummar trý til seks spæla um uppflyting og fýra tey aftastu liðini flyta niður í fjórðbestu deildina við lokið kappingarár.

 

Komandi mikukvøld spælir Chojniczanka dyst á heimavølli í pólsku steypakappingini, har teir taka ímóti Rzeszow úr næstbestu deildini.