Fyrsti hálvi tímin er farin aftur um og ÍF er omaná. Leiðslan er bara eitt mál, tá ÍF vinnur bóltin á miðjum vølli. Nigeriski framherjin hjá ÍF, Christian Chinedu Moumaife, verður sendir avstað við góðari avlevering.
Í hornatøkum við tveir ÍF verjuleikarar kemur maðurin við 9-talinum á rygginum til skot. Bólturin fer framvið málverjanum og rullar í málið til 2-0 til ÍF. Við sínum sætta máli fyri felagið prógvar maðurin úr Nigeria, at hann er lykilin til fleiri mál hjá ÍF.
ÍF skorar ov fá mál
Tað var niðurstøðan hjá øðrum av venjarunum hjá ÍF, Símuni Eliasen, tá Sosialurin tosaði við hann til blaðið mánadagin. Tað var eisini tí, at ÍF leitaði sær hjálp frá Øssuri Dalbúð, men hann gjørdist skaddur beinanvegin. Men í gjár lá væl fyri í tí álopskenda partinum. Longu frá dystarbyrjan setti ÍF seg á dystin og skapti fleiri møguleikar.
« Tað týdningarmiklasta í dag vóru tey trý málini, sigur Símun eftir dystin, meðan hann hyggur upp á Rúna Nolsøe, sum nikkar.
Teir báðir hava staðið á odda fyri ÍF liðnum, síðani Ábraham Løkin seint í fyrru hálvu valdi at takka fyri seg. Trupulleikin við at skora mál hevur verið torførur at loysa, men nú er ljós fyri framman. Chris Moumaife spældi næstan allan dystin og tað gjørdi stóran mun.
« Chris er avgjørt ein lyklaleikari í royndini at fáa loyst málskorara trupulleikan, staðfestur Rùni.
Hóast ÍF var omaná tað mesta av dystinum, so meta hvørki Símun ella Rùni, at hetta var millum teir bestu dystirnar hjá ÌF síðani teir báðir komu til.
«Vit hava spælt betri dystir enn hetta, men tá hava vit ikki fingið úrslitini, sigur Símun.
Chris og ÍF leggja hart fyri
Longu aftaná 12. minuttir legði Chris ÍF á odda. Bogi Løkin sendi langt hornaspark til Dánjal á Lakjuni í stóð ódekkaður. Hann stútaði móti málinum og inni í fimm metrinum órógvaði Chris bóltin og Tórð Thomsen so mikið, at bólturin fór í mál. Góðar tíggju minuttir fyri hálvleik verður einsamalli framherjin aftur sendir avstað og skorar til 2-0.
Løtu seinni minkaði B68 um munin eftir hornaspark. Hóast lítið riggaði hjá B68, so lá hornasparkið hjá Andre Olsen sera væl og Ndende var ivaleysur og stútaði bóltin í mál.
«Teir fáa eitt býtt mál stutt fyri hálvleik upp á horna. Teir skulu ikki sleppa at skalla bóltin í mál frá fremru stong upp á horna, segði Dánjal á Lakjuni við Rás2 eftir dystin.
«Spælið hjá okkum riggaði als ikki í fyrra hálvleiki, var stutta staðfestingin hjá B68 miðverjanum, Jóhan Dávuri Højgaard.
Opin seinni hálvleikur
Tað var nógv ferð á seinna hálvleiki og til tíðir gjørdist tað eisini heitt millum menn. Ongin vildi geva seg í nærdystinum og tí lógu menn eftir á nakrar ferðir. B68 broytti spæliskipan frá at hava Ahmed Keita einsamallan frammi, til at hava tveir mans í fremstu røð.
B68 kom eisini betri við í dystin og spældu seg til nakrar møguleikar. ÍF vóru tó skjótir í vendingini, um B68 misti bóltin og tað var ikki so sjáldan.
Stutt fyri tíð slerdi Nenad Saric sigurin fastan, tá hann prikaði eitt innlegg frá innskifta Hanus Eliasen í mál.
«Vit hava vant nógv skotvening og innlegg og tað sær út til at hava rigga væl, segði Dánjal á Lakjuni eftir dystin.
ÍF klárt til Steypafinaluna
Hóast Símun og Rúni ikki vóru heilt nøgdir við tað leikliga avrikið, so vísti ÍF í gjár, at teir kunnu geva EB/Streymi ein skarpa gang í steypafinaluni. Umstillingsspælið, har ÍF vann bóltin á miðjum vølli, riggaði væl. Tað gekk skjótt at fáa bóltin út til vengurnar, har bæði Dánjal á Lakjuni og Nenad Saric vístu góðan førleika við bólti. Eisini Bogi Løkin stóð sterkur í myndini, tá álopini skuldu myndast.
Tað er tó málini hjá Chris Moumaife, ið fuglfirðingar helst eru fegnast um. Hann hevur nakrar góðar eginleikar sum framherji og kann gerast lyklin hjá ÍF til steypafinaluna.
B68 skravar botnin
Toftamenn komu illa frá uppgávuni í gjár. Venjarin, Bill M. Jacobsen, gjørdi fleiri broytingar á sínum liðið gjøgnum dystin, men teir megnaðu ongantíð at fáa trýst ÍF nakað serligt. Millum annað hevði Uni R. Petersen gott tamarhald á Ahmed Keita, sum bara í løtum vísti hvør dugur er í honum.
B68 hevur framvegis eitt ov gott lið til at flyta niður, men stigatalvan vísur nakað annað. Spurningurin er so um B68 klárar at venda myndini til sín fyrimun áðrenn 27. og seinasta umfar.
trondur@sosialurin.fo
ÍF-B68 3-1(2-1)
1-0 Chris Moumaife, 12
2-0 Chris Moumaife, 35
2-1 Ndende, 38
3-1 Nenad Saric, 85
ÍF: Jákup Mikkelsen – Áki Petersen, Bartal Eliasen(liðsk), Uni R. Petersen, Jan Ellingsgaard – Alexander Jovevic, Frank Poulsen(Høgni Zachariassen, 69), Bogi Løkin – Dánjal á Lakjuni(Hanus Eliasen, 81), Nenad Saric – Chris Moumaife(Poul Ennigarð, 89)
Á bonkinum: Hallgrím G. Hansen og Bjarki Danielsen
Gul kort: Bartal Eliasen og Jan Ellingsgard
B68: Tórður Thomsen – Jóhan Petur Poulsen(liðsk), Jóhan Dávur Højgaard, Christian Stokholm, Remi Langgaard – Ndende, Andre Olsen(Óli Olsen, 59), Jann Ingi Petersen – Jónleif Højgaard(Stig-Roar Søbstad, 59), Dánjal Pauli Højgaard – Ahmed Keita(Dion Splidt, 85)
Á bonkinum: Petur Meinhard Magnussen og Oddur Højgaard