Longu í 2008 var hann fyrstu ferð í bestu deildini, og hann hevur tilsaman spælt 172 dystir í fremstu røð umframt 20 dystir í kappingini um løgmanssteypið og ein stórsteypadyst.
Talan er um 30 ára gamla Christian R. Mouritsen, sum orsaka av skaðum bara var við í tveimum dystum á besta B36 liðnum í fjør. Tað var í fyrsta og øðrum umfari – 11. og 17. mars ella nett fyri einum ári síðani.
Í summar gavst hann í B36, men nú er Christian R. Mouritsen komin seg so mikið, at hann aftur verður at síggja á vøllinum. 07 Vestur boðar frá, at felagið hevur skrivað undir sáttmála við framrættaða spælaran, sum sambært faroesoccer.com hevur skorað 43 mál í bestu deildini og trý mál í kappingini um løgmanssteypið.
Christian R. Mouritsen hevur spælt sjey dystir í Europa League og í 2009 – 2013 var hann seytjan ferðir á landsliðnum, umframt at hann ofta hevur umboðað Føroyar á U-21, U-19 og U-17 landsliðunum.
Hann hevur áður umboðað HB og B36.
Annað umfar í næstbestu fótbóltsdeildini verður seinnapartin ídag.
Felagið hjá Christian R. Mouritsen, 07 Vestur, fær vitjan av Víkingi. Felags fyri liðini, sum hittast á Dungasandi í Sørvági, er, at tey í fyrsta umfari vunnu fulla úrtøku.
Triðja liðið, sum í fyrsta umfari vann fulla úrtøku, var KÍ. Í dag skulu klaksvíkingar út á Skála. Skálamenn vóru í fyrsta umfari partur av nullloysn á útivølli ímóti B71.
Sandoyingar fara seinnapartin norður til Eiðis, har fyrsta bríksl í Hólmanum verður klokkan 15.
Í fyrsta umfari tapti EB/Streymur 3-2 í Leirvík.
NSÍ tapti í fyrsta umfari 2-0 á heimavølli ímóti 07 Vestur. Í dag eigur NSÍ heimavøll ímóti uppflytarunum í B36. Teir í árstalsfelagnum vóru eisini í fyrsta umfari á eystara armi á Skálafjørðinum. Tá endaði tað 0-0 á Svangaskarði ímóti B68.
Í dag skal B68 royna seg í Gundadali ímóti HB, sum í fyrsta umfari tapti 1-0 í Klaksvík.
EB/Streymur – B71: Johan P. Michelsen kl. 15.00
NSÍ – B36: Aron S. Vest kl. 15.00
Skála – KÍ: Kári J. á Høvdanum kl. 13.00
07 Vestur – Víkingur: Rúni Olsen kl. 13.00
HB – B68: Rani A. Skaalum kl. 15.00