Christian Bale sum Terminator

33-ára gamli Christian Bates hevur nú sagt ja til at spæla við í fjórða Terminator-filminum Terminator Salvation: The Future Begins. Herfyri spældi Bale Batman eftir at stóru Hollywoodstjørnunar Michael Keaton, Val Kilmer og George Clooney allir høvdu roynt seg í hesum leiklutinum.

Í fjórða Terminator filminum skal Bale spæla John Connor, sum Edward Furlong og Nick Stahl spældu í ávíkavíst Terminator 2 í ?91 og Terminator 3 í ?03.

Roknað verður tó ikki við, at Arnold Schwarzenegger fer at luttaka í filminum, tí hann sum kunnugt starvast sum guvernørur í Kalifornia í løtuni.