Christian Eriksen: Eg havi tað fínt eftir umstøðunum

Danska landsliðsstjørnan hevur eina dagføring um støðu sína á Twitter-profilininum hjá DBU í morgun, og hann takkar fyri allar heilsanirnar.

Christian Eriksen hevur í morgun eina dagføring av støðu síni á Twitter-profilinum hjá DBU úr sjúkraseingini á Ríkissjúkrahúsinum.

 

– Hey øll somul. Stóra takk fyri fittu og fantastisku heilsanir tykkara og boð úr øllum heiminum. Tað hevur stóran týdning fyri meg og familju mína.

 

– Eg havi tað fínt – eftir umstøðunum. Eg skal ígjøgnum nakrar kanningar á sjúkrahúsinum, men eg havi tað ókey.

 

– Nú fari eg at heppa upp á dreingirnar á danska landsliðnum í komandi dystunum. Spælið fyri Danmark, skrivar hann.

 

/ritzau/

 

https://twitter.com/DBUfodbold/status/1404695288401514497

 

##med2##

 

Christian Eriksen í dysti móti Føroyum