Fótbóltur
Eftir vónbrotið í fjórðingsfinaluni á Skála hósdagin, var tað kærkomið hjá NSÍ, at tað á heimavølli eydnaðist at vinna trý stig.
NSÍ hevur fyrr í ár vunnið stórsigur móti ÍF. Ta ferðina var stórur munur á liðunum. Soleiðis var tað ikki hesa ferð. Óli Hansen legði miðskeiðis í 1. hálvleiki heimaliðið framum, eftir at Christian Høgni Jacobsen hevði staðið fyri uppspælinum. Men tað var ikki fyrrenn nakrir fáir minuttir vóru eftir, at NSÍ fekk næsta málið og harvið tryggjaði sær øll stigini.
Munurin á liðunum var landsliðsspælarin Christian Høgni Jacobsen. Hann hevur ofta fyrr í ár havt vánaligar fyritreytir, tá ið viðspælararnir við longum sendingum hava roynt at funnið hann heilt har frammi.
Hesa ferð var Christian Høgni Jacobsen í útgangsstøðuni ytsti miðvallarin í vinsta borði. Andy Olsen var í hinum borðinum, og viðhvørt skiftu teir um. Óli Hansen hevði Sonna L. Petersen undir liðini á sær í fremstu røð.
At Christian Høgni hevði útgangsstøðu longri afturi á vøllinum bar við sær, at hann var væl meiri við í spælinum. Í staðin fyri at renna eftir bóltinum eftir ikki serliga neyvar sendingar, var leikluturin hjá Christian Høgna at fara longri aftur á vøllin fyri at fáa fatur á bóltinum, seta ferð á og samanspæla við liðfelagarnar. Tá ið hetta eydnaðist, vóru álopini hjá NSÍ vandamikil.
ÍF sýndi góðan hugburð, og í 1. hálvleiki, tá ið teir høvdu fríska lotið undan, vóru teir fleiri ferðir um reppið at fáa mál. Hanus Eliasen, sum var í høgru álopssíðu, hevði góða roynd á samankomingina, Atli Petersen, sum var í álopinum í høgru, var tvær ferðir í góðum støðum. Aðru ferðina sendi hann eftir innlegg úr høgru langt upp um málið, og í hinum førinum var kósin tann sama.
Alexander Jovovic, Eyðun Ryggshamar og Høgni Zachariasen góvu mótstøðumonnunum ein skarpan gang á miðvøllilnum. Helgi L. Petersen var á NSÍ beinkinum. Hann varð skiftur inn fyri Dánial Hansen miðskeiðis í 2. hálvleiki, men steðgurin gjørdist stuttur. Eftir tríggjar minuttir noyddist hann av aftur vøllinum eftir samanbrest. Í NSÍ vóru teir bangnir fyri, at beinið var brotið, men sunnukvøldið drógu teir andan eitt sindur lættari, tí so illa visti kortini ikki við.
Síðstu fimm minuttirnar var Christian Høgni Jacobsen aftur tvær ferðir upp á spæl. Fyrru ferðina fór hann sjálvur úr vinstru og inn í brotsteigin. Skotið small dygst inn við nærra stólpanum, og so var NSÍ á odda 2-0 og harvið var avgjørt, at stigini skuldu vera í Runavík. Fýra minuttir seinni staðfesti Óli Hansen trivaliga sigurin. Christian Høgni Jacobsen streyk ígjøgnum í høgru, fimm reyðir høvdu tveir gular at taka sær av, men kortini var Óli púra leysur, tá ið hann mitt fyri málinum stýrdi bóltinum í málið.
- Avrikið var ikki so polerað, men eg eri nøgdur við hugburðin og úrslitið. Onkra ferðina hava vit spælt betri og einki fingið burturúr. Eg eri ikki í iva, hvat eg velji, at spæla væl og tapa ella ikki at spæla so væl, men at stríða seg til trý stig, staðfestir Trygvi Mortensen, NSÍ venjarin.
- Hugburðurin hjá mínum monnum var góður. Munurin á liðunum var Christian Høgni Jacobsen. Høvdu vit og ikki teir havt hann, so rokni eg við, at vit høvdu fingið úrtøku burturúr. Tíverri megna vit ikki at fáa mál, tá ið vit hava møguleikarnar, og tíverri vóru mistøkini í verjupartinum kostnaðarmikil, sigur ÍF venjarin Trygvi Mortensen.