Í fyrsta umfarinum í donsku superliguni eftir vetrarsteðgin var Christian Høgni Jacobsen fyri fyrstu ferð í álopinum hjá Vejle. Eftir at hann hevði verið í felagnum í ein mánað, hevði hann megnað at vunnið sær pláss ímillum teir fyrstu ellivu, og tað má metast at vera væl klárað.
Christian Høgni Jacobsen skoraði ikki í 5?2 sigrinum á útivølli ímóti Lyngby. Sunnudagin fer føroyski landsliðsmaðurin vónandi at fáa ein nýggjan møguleika at vísa venjaranum, hvør dugur er í honum. Tá skal Vejle spæla á heimavølli ímóti FCK og Toda Jónsson. Síðani málleysa javnleikin ímóti AGF í Parkini hevur Todi Jónsson verið eitt sindur eymur í lærinum, men hann tykist vera klárur at spæla. Hesa ferð fer hann ivaleyst at hava Zuma, sum var leikbannaður ímóti AGF, undir liðini á sær í FCK álopinum.
Dysturin millum tey bæði føroysku feløgini í donsku superliguni verður sunnudagin at síggja á TV3+ sjónvarpsrásini.
Kappingarneytin
Í fyrradagin boðaðu teir í Vejle frá, at teir hava gjørt avtalu við ein nýggjan álopsspælara. Tað vil við øðrum orðum siga, at Christian Høgni Jacobsen hevur fingið meiri kapping um plássini í Vejle álopinum.
Talan er um ein brasilskan álopsspælara. Hann eitur Jader Spindler. Ofta hava brasiliumenninir eitt navn eyka ella eitt kelinavn. Soleiðis er tað eisini við hesum fótbóltsspælaranum, sum verður nevndur Baré. Fótbóltsspælarar úr Brasilia eru ofta smáir og lættbeintir. Sambært donsku fjølmiðlunum í gjár so er nýggi álopsmaðurin hjá Vejle ikki av hesum slagnum.
Baré er 191 centimetrar høgur, og hann vigar 81 kilo. Tað verður sagt, at hann er skjótur og sterkur, og at hann hevur góðan bóltførleika. Í Japan hevur hann prógvað, at hann hevur máltev. Í 20 dystum hevur hann skorað 13 mál.
Vejle hevur gjørt leigusáttmála við 20 ára gamla álopsspælaran, sum verður í Danmark inntil danska kappingin verður liðug í mai mánað. Tað er longu greitt, at brasiliumaðurin ikki verður liðfelagi hjá Christian Høgna Jacobsen eftir summarfrítíðina. Hann hevur gjørt sáttmála við Brescia, sum spælir í bestu deildini í Italia. Tað átti at boða frá, at tað eru knotur í manninum. So fæst at síggja, um tað verður pláss fyri bæði honum og Christian Høgna Jacobsen í Vejle álopinum.
AaB undir liðini á FCK
Mánakvøldið var lokaluppgerð í Norðurjyllandi í superliguni. AaB vitjaði í Viborg, og gestirnir fóru avstað við øllum trimum stigunum. Eftir at heimaliðið hevði lagt bragdliga fyri og hevði víst gott og hugflogsríkt spæl, megnaði AaB at spæla seg upp. Í Viborg iðraðu teir seg um, at avrikið hjá teimum ikki bar í hvussu so er eitt stig við sær.
AaB vann 1?0, og málinum bilti avgjørt einki. Miðvallarin Stefan Bidstrup smekkaði til úr 25 metra fjarstøðu, og bólturin smoygdi sær dygst inn undir samankomingina.
At AaB fekk øll stigini ber við sær, at teir eru undir liðini á FCK, sum á øðrum plássi er níggju stig aftanfyri oddaliðið Brøndby. Viborg er framvegis í vanda fyri at flyta niður.