Christian Holst eitt av størstu vónbrotunum

Føroyski landsliðsleikarin í danska Silkeborg, Christian Lamhauge Holst, hevur ikki júst havt sítt besta tíðarskeið í felagnum, og fær hann nú eisini eina heilsan fyri hetta. Hann er nevniliga á einum liði av størstu vónbrotunum í Superliguni higartil í ár, sum danska Ekstrablaðið hevur sett.

 

Hann hevur fingið pláss á vinstra vongi og grundgevingin ljóðar:

 

- Hetta hevur ikki verið árið hjá Christiani Holst. Føroyski landsliðsleikarin hevur verið í einum stórum falli hvat formi viðvíkur, og uppgávan hjá venjara Viggo Jensen má vera at fáa føroyingin í form aftur í vetrarferiuni, so Silkeborg hevur møguleika fyri at yvirliva í Superliguni, skrivar Ekstrablaðið.

 

Silkeborg hevur vetrarfrí á næstaftasta plássi, eitt stig aftanfyri Esbjerg og eitt stig frammanfyri Brøndby. Næsti dystur hjá Silkeborg verður 3. mars á heimavølli ímóti AaB. 13 dystir eru eftir at spæla.

 

Liðið sær soleiðis út:

 

Jesper Christiansen, OB

Anders Randrup, Brøndby IF

Clarence Goodson, Brøndby IF

Sölvi Ottesen, FCK

Daniel Norouzi, Brøndby IF

Dennis Rommedahl, Brøndby IF

Izunna Uzochukwu, FC Midtjylland

Martin Jørgensen, AGF

Christian Holst, Silkeborg IF

Søren Larsen, AGF

Morten Nordstrand, FCNordsjælland