Christian lýgur – og blívur við at lúgva

Formaður Fólkafloksins má ansa aftir, at hansara lygnir ikki raka hann sjálvan  

14. august 2019 skipaði eg sum fólkatingsmaður fyri eini ráðstevnu um hvørsmansrætt (gongd í haga) í Norðurlandahúsinum.

 

Hon eydnaðust væl, men eftirleikurin bleiv eitt sindur keðiligur.

 

Christian Andreasen, advokatur, hevði fingið politiskar ambitiónir, og hevði tørv á at prógva fyri fólki, at hann var ein sannur rættvísisins riddari. Og ráðstevnan var funnin fressur: Aftur og aftur pástóð hann, at hon var hildin í heimildarloysi.

 

Nakað seinni kom enntá ein ”klaga” um hetta inn til leiðsluna í fólkatinginum. (Formliga send inn av einum lítlum fjølmiðli).

 

Hetta bleiv tikið í størsta álvara. Og um tað nú bleiv staðfest, at tað var rætt, sum Christian hevði pástaðið, hevði tað verið ein gøla. Eg hevði verið liðugur sum poppsangari. Brúkar tú pengar í heimildarloysi, er dómurin harður.

 

Alt bleiv kannað og sett í mun til tær heimildir, eg hevði. Penganýtsla, gestir, innihald – alt. Eg bleiv eisini sjálvur ”avhoyrdur” av tveimum persónum í drúgva tíð.

 

Eg visti, at eg ikki hevði gjørt nakað skeivt. Men tað var kortini óbehagiligt, tí var bara ein lítil fótfeilur onkustaðni, kundi øksin falla.

 

Men hon fall ikki. Eg hevði absolutt einki skeivt gjørt.

 

 

 

Leyg í Løgtinginum

 

Nú skuldi ein trúð, at Christian, sum hevði gingið so høgt uppí hetta málið, ásannaði sítt mistak, og tók ákærurnar aftur.

 

Tað gjørdi hann kortini ikki. Tvørturímóti.

 

Stutt eftir bleiv advokaturin valdur á løgting, og 18. februar 2020 trein hann upp á løgtingsins røðarapall, og endurtók sínar pástandir um, at eg hevði brúkt pengar í heimildarloysi.

 

Eg var av tilvild í løgtinginum tann dagin, og spurdi, hvat hann bilti sær inn at blíva við at siga nakað, sum var ósatt. Svarið var eitt fjákut flenn. Hvør skal siga: Eg skíti í tað.

 

Í sinnismuni skrivaði eg eitt stutt lesarabræv, har eg bað um eina umbering. Hana fekk eg sjálvandi ikki.

 

 

 

Enn ein lygn

 

Síðani hevur Christian hóast alt tagt um hetta málið.

 

Inntil í gjár. Nú er pástandurin, at eg brúkti hasa góðu ráðstevnuna sum ein lið í valstríðnum upp undir fólkatingsvalið í ’19.

 

Tað er sín sak, at Christian, í staðin fyri at ásanna, at hann hevur lagt meg undir nakað av órøttum, blívur við at endurtaka seg sjálvan.

 

Men heilt ófatiligt er, at maðurin nú enntá leggur nýggjar lygnir afturat. Tí tað er tað, hann ger.

 

Christian skrivar soleiðis:

 

”Til seinasta fólkatingsval skipaði Javnaðarflokkurin á Fólkatingi fyri ráðstevnu í Norðurlandahúsinum um gongd í haga. Hugflognum bilti so einki og bedýraði Sjúrður Skaale – at ráðstevnan í Norðurlandahúsinum um gongd í haga, absolutt einki hevði við fólkatingsvalið at gera.”

 

Fólkatingsvalið var í juni 2019. Ráðstevnan var í august sama ár. Góðar tveir mánaðir seinni...

 

Hinvegin: At fortelja sannleikan hevur ongantíð verið endamálið hjá Christiani. Tað hevur verið at skaða meg og Javnaðarflokkin. Amboðini hava verið ósannindi.

 

Men góði Christian: Hóast lygnin er eitt freistandi amboð at brúka í politikki, so er hon eisini eitt farligt amboð. Hon kann skjótt raka ein sjálvan.