Christian misnýtti risa møguleika

Meðan liðfelagarnir á landsliðnum vandu í Belfast í dag, var Christian Lamhauge Holst saman við liðfeløgunum í Silkeborg í Farum og spældu landskappingardyst.

Mótstøðuliðið var FC Nordsjælland, og í 1. hálvleiki sá tað rættuliga ljóst út hjá Silkeborg, sum legði seg á odda 1-0. Silkeborg hevði fleiri møguleikar at økja um leiðsluna, og í tveimum av hesum førunum var Christian Lamhauge Holst rættuliga sentralur. Hann hevði risa møguleika eftir innlegg úr høgru, men ein metur frá málstrikuni eydnaðist honum ikki at fáa bóltin í málið, hóast málverjin ikki var ímillum hann og málstrikuna. Tá ið Christian setti innarusíðuna undir bóltin, tveitti ein av verjuspælarunum seg fram, og honum eydnaðist akkurát at stýra bóltin yvir á stólpan.

Løtu seinni sendi Christian Lamhauge Holst fríspark úr átjan metrum og í tvørtræið.

Eftir steðgin kom FCN fyri seg, og tá eydnaðist heimaliðnum at skora tvey mál og harvið at vinna 2-1.