City kann seta met

Vinnur Manchester City seg víðari í kvøld, kann felagið seta eitt nýtt met í europeiskum samanhangi

 

Tvær áttandapartsfinalur eru á skránni í Champions League í kvøld.

 

Fyrra uppgerðin er tann meira spennandi av uppgerðunum. Hon er á Vicente Calderon leikvøllinum í Madrid, har Atletico Madrid tekur ímóti PSV Eindhoven.

 

Somu lið møttust í Eindhoven fyri trimum vikum síðani, tá liðini spældu málleysan 0-0 javnleik.

Alt er tí opið til dystin í kvøld, har heimaliðið tó má metast sum ein størri favorittur.

 

Eydnast tað tó PSV Eindhoven at leggja seg á odda 1-0, verður trýstið á heimaliðnum stórt, tí tá skal Atletico Madrid fram at skora ikki færri enn tvær ferðir.

 

Væl mannaðir hópar

Sum heild eru liðini bæði væl mannaði til dystin í kvøld. Hjá Atletico Madrid vera tað tveir leikarar sum ikki eru tøkir. Teir eru miðvallarin Tiago, og verjuleikarin Stefan Savic.

Hjá útiliðnum PSV Eindhoven eru tað eisini tveir leikarar sum ikki eru tøkir í kvøld. Danski verjuleikarin Simon Poulsen er skaddur, meðan Gaston Pereiro er leikbannaður til dystin.

 

Manchester City kann seta met

Í hinum dystinum, sum á pappírinum sær út til at vera so gott sum avgjørdur, skal Manchester City á heimavølli taka ímóti Dinamo Kiev.

 

Manchester City vann fyrru uppgerðina 3-1 í trupla útidystinum í Ukreina, og hevur tí eitt ótrúliga gott útgangsstøðið til seinnu uppgerðina í kvøld.

 

Merkisvert við dystinum hjá Manchester City í kvøld er, at Manchester City kann seta nýtt europeiskt met, um felagið spælir seg víðari í kappingini. Manchester City er ongantíð áður komið longur enn í áttandapartsfinaluna av Champions League. Men vinnur felagið í kvøld, spælir tað seg í fjórðingsfinaluna av Champions League, sum er fyrsta ferðin nakrantíð at felagið kemur so langt í stóru kappingini.

 

Báðir dystirnir í kvøld byrja klokkan 19:45.

 

 

Dystirnir í kvøld:

 

Atletico Madrid – PSV Eindhoven

Manchester City – Dinamo Kiev