CL undankapping í kvøld

Fyrru dystirnir í triðja undanumfari til Champions League verða leiktir í kvøld og í annaðkvøld.

 

Í kvøld verða dystirnir áhugaverdir sæð við norðurlendskum eygum, tí bæði FC Keypmannahavn og Helsingborg eru í dysti og bæði á heimavølli.

 

Helsingborg hevur lættara dystin, tí teir møta skotsku meistarunum, Celtic, meðan FCK møtir sterka franska Lille.

 

Dystirnir í kvøld eru:

 

Spartak Moskva-Fenerbache

Borussia Mønchengladbach-Dynamo Kiev

FC Basel- CFR Cluj

FCK-Lille

Helsingborg-Celtic