Fyri 20 árum síðani var fyrrverandi verju- og miðvallarspælarin hjá Manchester United í Føroyum við tí walisiska landsliðnum, sum vann 3-0 á Føroyum á Svangaskarði á Toftum. Nú gleðir Clayton Blackmore seg til at koma aftur til Føroya.
Týsdagin 28. august kemur Clayton Blackmore saman við øðrum Manchester United-legendum , sum t.d. Dwight Yorke, Andy Cole og David May til Føroya at spæla ein dyst ímóti einum liði, sum er sett saman av føroyskum Manchester United fjepparum, sum t.d. Jákupi á Borg og Jens Christiani Hansen.
Týskvøldið 28. august verður eitt gallakvøld í Dansifrøi í Havn við Manchester United legendunum. Freistin at melda til gallakvøldið er 1. juli.
Í ljóðbrotinum undir greinini ber til at hoyra eitt prát við Ebba Kristinn Thomsen, fyriskipara, umframt eitt prát við Clayton Blackmore sjálvan.