Clinton ávarar Erítrea

Amerikanski uttanríkisráðharrin, Hillary Clinton, segði í gjár, at USA fer ikki at sita hendur í favn, um myndugleikarnir í Eritrea velja at styðja uppreistrarmenn í grannalandinum Somalia.

Hillary Clinton hitti í gjár somaliska forsetan, Sheikh Sharif Sheikh Ahmed, í kenyanska høvuðsstaðnum Nairobi. Aftan á fundin segði hon, at USA fer at styðja fyribilsstjórnina í Somalia, sum er undir stórum trýsti frá uppresitrarmonnum, sum royna at fáa hana frá.

Sambært ST eru umleið 250.000 fólk flýdd í Somalia flýdd frá húsi og heimi orsakað av bardøgum millum stjórnarherin og uppreistrarmenn.