Hondbóltssambandið hevur boðað frá, at finalan í Coca-Cola kappingini, sum vanliga er fyrsta vikuskiftið í februar, nú er flutt frá 3. til 10. februar.
Orsøkin til flytingina er, føroyska U-21 landsliðið fyrst í februar skal spæla undan-undankapping til EM. Allir leikararnir á hesum liði er at kalla fastir fúsir á besta liðnum í ymsu feløgunum, og tí hevði frávera teirra helst ávirka leikligu dygdina í finaluni skeivan vegin.