Color Line gevst - Smyril Line fær ágóðan

Smyril Line væntar at fáa eitt sindur burturúr, at Color Line gevst at sigla millum Bergen og Danmark

Ferðavinna:

 

 

- Vit eru sjálvandi ikki keddir av, at Color Line gevst at sigla til Danmarkar, sigur Jákup Sverri Kass, marknaðarstjóri á Smyeil Line.

 

Í síðstu viku boðaði reiðaríið Color Line frá, at tað hevði gjørt av at gevast at sigla millum Bergen og Danmark. Grundgevingin var millum annað, at oljan er vorðin ov dýr, og at ólagaligt veður darvar siglingini ov nógv.

 

Hini bæði reiðaríini, sum sigla millum Vesturnoreg og Danmark, Smyril Line og Fjord Line, vænta sær ágóða av, at kappingarneytin gevst. Jákup Sverri Kass, marknaðarstjóri, ásannar, at felagið vónar at fáa fleiri ferðafólk á rutuni millum Bergen og Hanstholm, nú Color Line gevst.

 

Norrøna siglir úr Bergen seinnapart fríggjadag og er aftur har sunnumorgun, og um hesa tíðina eru tað mong, sum velja at halda jólaborðhald umborð. Síðsta vikuskiftið vóru umleið 500 norðmenn við úr Bergen til Hanstholm og aftur.