Com-Data logaði í seks tímar

Annar av bygningunum hjá teldufyritøkuni Com-Data hevur fingið so stóra skaða, at hann helst verður rivin niður

Seinnapartin í gjár skuldi støða takast til, um annar av bygningunum hjá teldufyritøkuni Com-Data í Klaksvík skuldi rívast niður.

Eldur kom sunnukvøldið í bygningin, sum er í fýra hæddum, og hann hevur fingið so stóran skaða, at roknað verður næstan fyri vist, at bygningurin skal rívast niður.

Tvær tær ovastu hæddirnar eru fullkomiliga útbrendar, takið er hoknað niður, og tvær tær niðaru hæddirnar hava fingið umfatandi vatnskaða eftir sløkkiarbeiðið.

Seinnapartin í gjár skuldi leiðslan á Com-Data á fund við Tryggingarfelagið Føroyar, og tá skuldi støða takast til, hvussu farast skal fram eftir ógvusliga eldsbrunan sunnukvøldið.


Fluttu fólk burtur

Tað var um áttatíðina sunnukvøldið, at alarmsentralurin fekk fráboðan um eld hjá Com-Data. Fólk sóu royk koma úr bygninginum, og tá sløkkiliðið í Klaksvík kom á staðið stutt aftaná, hevði eldurin longu fingið fastatøkur í bygninginum.

Roykkavarar hjá sløkkiliðnum fóru inn í bygningin, men menninir vóru noyddir at taka seg aftur, tí eldurin var so ógvusligur.

Og næstu tímarnar breiddi eldurin seg á tveimum teimum ovastu hæddunum, og tær stóðu ikki til at bjarga, hóast sløkkiliðið royndi at sløkkja eldin við vatni.

Sløkkiliðið í Klaksvík stríddist alt sunnukvøldið og út á mánanáttina við at fáa tamarhald á eldinum.

Meðan eldsbrunin leikaði í, mátti sløkkiliðið flyta fólk úr húsunum, sum standa norðanfyri Com-Data. Hetta var gjørt, tí roykurin varð mettur at verða vandamikil. Men tað var ongantíð vandi fyri, at eldurin skuldi breiða seg til hesi húsini.


Fingu tamarhald á

Á midnátt helt sløkkiliðsleiðarin, Kári Kjelnes, at sløkkiliðið hevði fingið tamarhald á støðuni, men hann roknaði við, at tað fór at taka einar tveir tímar afturat at sløkkja eldin. Og so var eisini. Stutt fyri klokkan tvey var mesti eldurin sløktur.

? Vit vóru tó á staðnum til tíðliga mánamorgunin, og vit høvdu brandvakt til klokkan hálvgum átta. Tað festi fleiri ferðir í aftur, men vit fingu sløkt so hvørt, sigur Kári Kjelnes.

Løgreglan avbyrgdi økið, og bæði norðanfyri og sunnanfyri Com-Data var leingi long røð av bilunum, sum vóru á veg antin úr ella til Klaksvíkar. Vegurin var fullkomiliga stongdur í einar tríggjar tímar, men eftir tað fór løgreglan undir at fáa bilarnar ígjøgnum økið.

Í brenda bygninginum, sum er tann eldri, heldur fyrisitingin hjá Com-Data til, og tí er alt bókhald og annað, sum hoyrir til fyrisitingina, horvið. Nýggi bygningurin, sum er fastur í tí gamla, hevur fingið nakað av roykskaða, men eldur var ongantíð í námind av honum.


Funnið nýggj høli

Í gjár royndu starvsfólkini hjá Com-Data at fóta sær í niðaru hæddina í skrivstovubygninginum hjá JFK-Trol við Garðavegin, men nógva av virkseminum hjá fyritøkuni er vanliga úti hjá viðskiftafólki.

? Eldurin órógvar okkum illa, millum annað tí øll goymslan er farin, men øll vitanin er varðveitt, og vit halda fram við okkara virksemi, sigur Oliver Thomsen, stjóri á Com-Data.

? Vit eru ikki so bundin av húsunum, tí vit arbeiða nógv úti hjá viðskiftafólki, sigur hann.

Nakrir telduservarar við upplýsingum vóru bjargaðir úr húsinum, men Com-Data hevur eisini trygdaravrit av øllum sínum forritum og upplýsingum. Tí er einki av tí, sum fyritøkan fyrst og fremst livir av, farið fyri skeyti.

Og nú verður arbeitt við at fáa umstøðurnar í nýggja bygninginum hjá Com-Data í lagi aftur, so starvsfólkini kunnu flyta inn har.

Enn dugir eingin at siga, hví eldur kom í hjá Com-Data sunnukvøldið.