Eingin av manningini fekk skaða, tá føroysk skrásetta farmaskipið Cometa fór á land við innsiglingina til Fredrikstad í Noregi í morgun. Farmaskipið Cometa, sum er skrásett í Føroyum, sigldi upp á ein flúr í Noreg í morgun.
Manningin við Cometa, sum er 103 metrar langur, telir 10, og óhappið hendi, tá skipið var á veg úr Oslo til Fredrikstad.
Tað var við innsiglingina til Fredrikstad, at skipið rendi seg fast.
Norsk bløð skriva, at eingin av manningini fekk skaða, og nú verður roynt at finna út av, hví skipið sigldi á land.
Vaktarskipið ?KV Nornen? í Noreg hevur verið hjá tí føroyskt skrásetta skipinum, og sagt verður haðani, at eingin illgruni er um rúsdrekka í sambandi við tilburðin.
Skipið stendur fast, og neyðugt er við hjálp at hála tað av aftur.
- Eingin olja er sædd í sambandi við, at Cometa fór á land í morgun, sigur Pål Bratbak, skipari umborð á ?KV Nornen? við norskar miðlar.