Comrade, Strandferðslan, Skipaeftirlitið og Jóhan Dahl

Endiliga eydnaðist tað hjá landsins myndugleikum og teimum stovnum, sum arbeiða við samferðsluni, at kroysta »Comrade« inn á Skúvoyarleiðina.

Av einari ella aðrari óskiljandi orsøk skal Comrade inn í hitan hjá Strandferðsluni.
Tað hevur fyrr verið uppi og vent, at Comrade skal sigla um Skúvoyarfjørð. Nú var hann so her fyri fyrstu ferð í morgun. Kyrran var av tí besta, og flóðin sum hon skuldi, so tað gekk at fáa ferðafólk í land og umborð.
Umstøðurnar at sleppa umborð og í land eru beinleiðis lívshættisligar.
Strandferðslan sigur hetta verða einasta loysn í eini knappheit. Tað passar í hvussu er ikki, í Føroyum eru nógvir útróðrarbátar, tað er ongin ivi um, at allir hinir eru betur skikkaðir enn Comrade.
Tað mest undrunarverda er, at Skipaeftirlitið hevur góðkent hesa deyðsfelluna.
Teir siga stabilitetin verða í lagi, men er tað nokk til flutning av ferðafólki? Stabiliteturin, rokni eg við, er í lagi hjá øllum útróðrabátum.
Á Skipaeftirlitinum siga teir, at Comrade bara hevur eitt fyribilsloyvi til mánadagin komandi. Vónandi er ongin vanlukka hend hesar dagarnar til tá.
Strandferðslustjórin sigur Skúvoyarleiðina vera sína ringu samvitsku, eg havi trú honum inntil nú.
Vit, ið nýta hesa rutuna, vita øll, at Johan Dahl meir enn einaferð hevur roynt at kroysta henda bátin inn í Strandferðsluna. Um hann er við hesaferð, veit eg ikki, men eg kann so hava mín mistanka.
At Skúvoyarleiðin er Strandferðslurnar ringa samvitska veit eg ikki, men hetta mátti verið skomm, bæði fyri teir og landsins myndugleikar.