Conference League: Veddingarfyritøkurnar hella til ein KÍ-sigur

Her eru oddsini upp á dystin KÍ-Radnicki 1923

Í kvøld klokkan 19.45 spæla KÍ og Radnicki 1923 seinna dystin í øðrum undanumfarinum í Conference League á vøllinum við Djúpumýru í Klaksvík. Fyrri dysturin í Serbia endaði við javnleiki 0-0.

 

Tað liggur í kortunum, at talan verður um ein javnan og spennandi dyst. Oddsini hjá altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin eru næstan jøvn. Tó hella tey eitt vet til ein sigur til KÍ.

 

Oddsini upp á ein heimasigur til KÍ liggja millum 2,15 og 2,31

 

Oddsini upp á javnleik liggja millum 3,30 og 3,75.

 

Oddsinsi upp á ein útisigur til Radnicki 1923 liggja millum 2,80 og 3,20. 

 

(Oddsini er galdandi fyri vanliga leiktíð)

 

HER eru oddsini:

 

##med2##

 

##med3##