- Cool at fáa nýggjan skúla

Skúlabørnini í Kvívík gleða seg til tann nýggja skúlan. Tað ger 10 ára gamla Halla eisini. Men hon heldur, at lærararnir ikki altíð noyðast at vera so strangir.

Um slakar tríggjar vikur verður nýggi skúlin í Kvívík tikin í nýtslu. Børnini hava við spenningi sæð fram til henda dagin ? eisini Halla Karstinsdóttir.
Tey eru tó ikki sloppin so nær nýggja bygninginum enn, tí talan er um arbeiðsøki. Og tá hava hvørki børn ella vaksin atgongd til staðið.
Niðan í skúlagarðin leita tey sær kortini av og á ? eisini eftir loknan skúladag fyri at forvitnast. Eisini mánadagin í hesi vikuni, tá veðrið var av tí allarbesta.
Halla sat á súkkluni hjá Rúnu, og saman flentu tær og hugnaðu sær í skúlagarðinum.
- Vit eru øgiliga spent uppá tann nýggja skúlan, sigur Halla.
Hon eigur eina yngri systur, sum eisini gongur í skúla. Tað er Monika, sum gongur í 2. flokki.
- Men so eigi eg eina systir aftrat. Hin eitur Palma, og hon fer í skúla aftaná summarfrítíðina, sigur Halla við einum brosi á kinn.

Góður skúlagarður
Halla Karstinsdóttir spældi henda mánadagin við vinkonu sína Rúnu. Í góðveðrinum vóru tær farnar á eina súkklu, og løgdu síðani leiðina inn í skúlagarðin.
Saman við hinum næmingunum hevur hon fylgt við, hvussu arbeiðið er farið fram, og hvussu tann nýggi skúlin hevur tikið form hesa seinastu tíðina.
- Eg haldi, at tað er ordiliga cool at fáa ein nýggjan skúla, sigur Halla.
Serliga gleðir hon seg til at sleppa inn í nýggja skúlagarðin sum ? eftir hvat hon sjálv sigur ? fer at verða útgjørdur við nógvari stuttligari útgerð, m.a. hamstarahjóli og reiggjum.
Vit kunnu fortelja henni, at innan er skúlin eisini sera væl útgjørdur. So har verða somuleiðis góðar umstøður.

Strangir lærarar
Halla gongur í 4. flokki saman við 10 øðrum næmingum, men haraftrat er eisini 3. flokkur í flokshølunum. Flokslærari teirra eitur Tórarin Niclasen,
Tað er sjálvandi altíð ójavnt, hvussu børnum dáma at ganga í skúla ? og helst eru eisini ójavnir dagar. Men henda mánadagin var so ein av teimum døgunum, har Halla illa orkaði skúlan.
Og hon hevði eisini eina orsøk til tað:
- Lærararnir eru alt ov strangir, sigur hon.
Teir duga kortini at skipa soleiðis fyri, at hon ikki altíð hevur so nógv skúlating fyri heima, men klárar sum oftast at gera tey í skúlanum.
- Best av øllum dámar mær tó at gera fimleik, sigur Halla.

Spæla og súkkla
Aftaná skúlatíð plagar hon at spæla við ymiskar gentur, men mest við eina sum eitur Rúna. Og tær finna uppá alt møguligt.
-Onkutíð spæla vit guitara, ella vit spæla okkurt annað. Og onkutíð súkkla vit eisini, sigur Halla.
Henda mánadagin í Kvívík sat hon kortini á súkkluni hjá Rúni, hóast hon eigur eina súkklu heima við hús.
-Eg visti ikki av, at Rúna súkklaði tá eg møtti henni, sigur hon.
Annars hevur hon spælt hondbólt, men er nú við í skótunum í Kvívík. Hon sleppur tó ikki við á stóru landsleguna í Danmark í summar, tí hon ikki er nóg gomul at fara við.