Summi siga, at man kennir føroyingar aftur á gongulagnum. Men um gongulagið ikki er nokk, so er ikki ringt at kenna føroyingin John Åge Frost aftur á ársins Copenhell festivali í Keypmannahavn.
Tí hann hevur nevniliga málað Merkið, føroyska flaggið, um alt bakið á sínum cowboy-vesti.
– Øll onnur hava eitt stórt ryggmerki. So hugsaði eg, at mítt líka so gott kundi verið Føroyar, sigur John Åge, sum hevur spælt við nógvum føroyskum málmsbólkum seinastu árini, og í løtuni er fløguaktuellur við Hamradun.
John var seinast á Copenhell í 2017, og hann er sera spentur upp á festivalin í ár.
– Eg eri serliga spentur uppá eitt orkestur sum eitur High On fire. Teimum havi eg lurtað eftir í nøkur ár. Teir eru tríggir mans, men teir hava eitt øgiliga stórt ljóð, sigur John Åge.
##med2##
LES EISINI: Yvir 100 føroyingar á Copenhell: – Hetta er stuttligt
LES EISNI: :Føroyingar: - Hetta skulu vit hoyra á Copenhell