Føroyaportalurin, sum er ein portalur, har dulnevnd fólk gera gjøldur burtur úr ymsum, sum fyrifert í miðlunum, sendi umvegis fiktivan teldupost eitt íspunnið tíðindaskriv til fimm miðlar í Føroyum. Vágaportal, Sandportal, Tórsportal, Kringvarp Føroya og Sosialin.
Tíðindaskrivið var ein følsk søga um, at ein nýggj fitnessmiðstøð skuldi latast upp í Vestmanna. Finnur Koba skuldi spæla til móttøkuna mánadagin 4. februar.
– Tveir minuttir eftir, at vit høvdu sent teldupostin, lá søgan, sum vit høvdu skrivað hana, úti á Vágaportalinum og Tórsportalinum. Stutt eftir lá søgan úti á Sandportalinum, skrivar Føroyaportalurin.
– Kringvarp Føroya og Sosialurin løgdu ikki søguna út á teirra portalar.
Sambært Føroyaportalinum var endamálið við hesum var at vísa, hvussu lætt tað er hjá einum og hvørjum at senda eitt ósatt og íspunnið tíðindaskriv til væl vitjaðar heimasíðumiðlar í Føroyum og fáa tað almannakunngjørt innan stutta tíð.
– Endamálið var eisini at vísa, hvørjir miðlar kanna sínar keldur, og hvørjir lata vera, skrivar Føroyaportalurin.
– Sambært Vágaportalinum, so er tað okkurt blaðfólk her á redaktiónini á Sosialinum, sum førir skemtiliga pennin á Føroyaportalinum. Síðu tvey redaktiónin kennir so einki til tað enn, og tí kunnu vit hvørki sanna ella avsanna tey tíðindini. Men tað kann so í øllum førum ikki vera nakar á Dimmalætting, tí so høvdu tey fingið onkra heiðursløn fyri tað!