Corona: Nú skal tað verða lættari at fáa fatur á lækna

Læknavaktin skal nú svara allan sólarkringin

 

Hesar seinastu dagarnar hevur so nógv fólk ring til læknavaktina á nummar 1870, at tað hevur verið ringt hjá fólki at fáa fatur á lækna, eisini hjá fólki, sum hava meiri ella minni bráðneyðugan tørv á at fáa fatur á lækna.

Heilsumálaráðið sigur at fólk hava vent sær til læknavaktina 1870 og til corona linjuna við spurningum um corona smittuna, og um hvussu tey skulu bera seg at í hesum sambandi.

Tí er avtala gjørd við Heilsutrygd og Kommunulæknafelagið um, at læknavaktin 1870 fær størri manning, soleiðis at nú kann ringjast til hana á telefonnummari 1870, alt samdøgurið, allar dagar í vikuni.

Men Heilsumálaráðið leggur afturat, at læknavaktin er bara ætlað til fólk, sum eru sjúk, ella sum halda seg hava sjúkutekin.

Vanligir spurningar um corona verða svaraðir ár telefonnummari 734050 og við teldubrævi til corona(at)hmr.fo. Ringjast kanna hvønn dag frá klokkan átta á morgni til klokkan ellivu á kvøldi.