Coronavirusið hevur nú kostað yvir 250 fólkum lívið

46 fólk eru deyð afturat av coronavirusinum, sum byrjaði í kinesiska býnum Wuhan.

Talið av deyðum av coronavirusinum hækkar nú við 46 í Kina, sum er tað higartil størsta talið av deyðum í einum samdøgrið.

Soleiðis eru nú 259 persónar deyðir, meðn 11.791 persónar eru smittaðir í landinum.

Tað upplýsa kinesisku heilsumyndugleikarnr í nátt.

Harumframt eru eisini fleiri nýggir tilburðir uttan fyri Kina, har fleiri enn 20 lond nú hava fingið smittuna.

Virusið, sum hevur sín uppruna í kinesiska millónbýnum Wuhan í Hybei-landslutinum, hevur spreitt seg til átta evropisk lond. Teirra millum Týskland, Frankaríki, Svøríki, Finnland, Ongland, Russland, Italia – og nú eru eisini tilburðir staðfestir í Spania.

Har er ein maður av sponsku oynni La Gomera smittaður. Hann hevur verið í samband við ein týskan mann, sum seinni fekk staðfest virusið.

Kina hevur stongt fleiri handlar og vældámd ferðamál av virusinum. Eisini eru flogfør frá Wuhan avmarkað.

USA boðaði í gjár frá, at tey ikki vilja lata útlendingar, sum seinastu tvær vikurnar hava verið í Kina, inn í landið.

Fýra danir eru evakueraðir úr Kina eftir virusútboðið. Í gjárkvøldið lendu teir – tvey donsk pør – í Roskilde Lufthavn.

Heilsumyndugleikarnir fara nú at kanna danirnar fyri virusið, men tað verður roknað við, at øll fýra eru frísk.

ST hevur flutt næsta samráðingarumfarið um altjóða lívrøðismargfeldisavtala tann 24. februar úr kinesiska býnum Kunming til høvstaðin í Italia, Rom. Tað verður gjørt sum avleiðing av coronavirussmittuni.

ST er kom til ta avgerð í samstarvi við kinesisku stjórnina.

Kunming er enn vertur fyri høvuðssamráðingarnar í oktober.

Ein serfrøðingabólkur frá Heimsheilsustovninum WHO boðaði hósdagin frá, at sera smittandi coronavirusið er ein altjóða heilsukreppa.

/ritzau/AFP