Costa Allegra komið til Seychellurnar

Ein franskur trolari kom í nátt til Seychellurnar við italska ferðamannaskipinum Costa Alegra. Trolarin hevur togað skipið til lands, tí tað fær ikki siglt sjálvt eftir ein eldsbruna í maskinrúminum.

Meiri enn 1.000 fólk vóru umborð á Costa Alegra, og tey eru nú farin í land í býnum Victoria, sum hevur ta størsta havnarlagið á Seychellunum.

Eldurin umborð á ferðamannaskipinum gjørdi, at ferðafólkini hava einans fingið matpakka teir seinastu dagarnar, skrivar tíðindastovan AFP.

Felagið, sum eigur Costa Alegra, átti eisini Costa Concordia, sum fór á land á italsku vesturstrondini.