Country poppur

Fløguummæli: Dixie Chicks, fly

Tað tykist sum um, at at Dixie Chicks við hesari fløguni royna at geva country tónleikinum ein víðkaðan lurtaraskara. Talan er her um country tónleik, men tó ikki heilt reindyrkaðan. Einki er at ivast í, at røddin á songfuglunum hevur røttu dialektina, og at guitarakkordirnar hava rætta swingið, men hinvegin er okkurt í framførslunum, sum tykist mær nakað popput.

Vandi er ofta fyri, at tú soleiðis leggur teg eitt sindur ímillum tvær tónleikagreinar, gerst úrslitið at lurtarin situr eftir við eitt sindur blandaðum kenslum, men tað haldi eg ikki at talan er um í hesum føri.


Ikki keðiligt

Plátuummæli vilja altíð vera subjektiv, men eftir mínum tykki er countrty tónleikur í hvussu so er ikki vorðin keðiligari at lurta eftir, síðani Dixie Chicks sóu dagsins ljós. Tónleikurin er eitt sindur lívligur, men talan verður á ongan hátt um disko ella rættuligan popp. Onkuntíð hevur tað hug til at fara yvir móti meira rokkutum stíli og onkuntíð móti meira poppkendum, lættisoppatónleiki, men grundin verður ongantíð slept, og eftir eina lítla løtu verður tú aftur mintur á, at talan er um eitt slag av country.

Samanumtikið má sigast, at Dixie Chicks absolutt ikki er nøkur vánalig fløga, og hardcore country fans ivaleyst vilja siga, at talan ikki er um country, so kann eg ikki geva teimum rætt, men noyðist at staðfesta at country tónleikurin sum heild hevur fingið ein breiðari lurtaraskara við hesari útgávuni.