Filmurin "Courageous" verður sýndur í Nebo á Toftum í annaðkvøld klokkan 20. Filmurin hevur fingið góða umrøðu í USA. Hann er um fýra menn, sum hava stóra succes á arbeiðsplássinum og geva seg meir enn 100% har.
Men heima við hús saman við familjunum gongst ikki so væl, og serliga er tað sambondini við børnini sum halta.
- Ein sera viðkomandi filmur fyri familjur í dag. Øll eru vælkomin, og sýningin er ókeypis, verður sagt í Nebo.
Lagt verður aftrat, at børn undir 13 ár eiga at verða í fylgi við vaksnum.
"Courageous", sum hevur danskan undirtekst, er framleiddur av somu fólkum, ið hava gjørt filmar sum "Fireproof", "Facing the Giants" og "Flywheel".