Cristiano Ronaldo: Tit lúgva

Premier League: Cristiano Ronaldo er alt annað enn nøgdur við fjølmiðlarnar

Tað eru krepputekin í Manchester United, sum hevur tapt báðar teir fyrstu dystirnar í Premier League. Nógv av prátinum snýr seg um Cristiano Ronaldo, og um hann er sinnaður at halda fram í felagnum.

 

Á Sosialu miðlunum hevur hann nú svarað aftur upp á nógv av tí, sum er blivið sagt um 37 ára gamla áleyparan. Tað hevur millum annað verið sagt, at hann ikki ynskir at halda fram, tí Manchester United ikki er í Champions League.

 

- Fjølmiðlarnir lúgva. Eg havi skrivað niður og av teimum seinastu hundrað søgunum, so passa bara fimm. Ímyndi tykkum hvussu tað er, skrivar Cristiano Ronaldo á sosialu miðlunum.

 

Hann boðar eisini frá, at hann um tvær vikur kemur at fortelja alt í eini samrøðu. Hesum heldur fyrrverandi spælarin, Gary Neville, lítið um. Hann er í dag væl kendur sum viðmerkjari og ein tann størsta røddin, um Manchester United.

 

- Hví skal besti spælarin nakrantíð (mín meining) bíða í tvær vikur við at fortelja viðhaldsfólkunum hjá Manchester United sannleikan? Statt fram og fortel nú. Felagið er í kreppu og hevur brúk fyri leiðarum. Hann er tann einasti, sum kann fult takla støðuna, skrivar Gary Neville á sosialu miðlunum.

 

Manchester United hevur havt ilt við at keypa spælarar í summar. Felagið verður sett í samband við eina rúgvu av spælarum. Alt frá Marko Arnautovic og Adrien Rabiot til Frenkie de Jong og Casemiro.

 

Mánakvøldið spælir Manchester United á heimavølli móti Liverpool. Arvafíggindarnir hava fingið eina misjavna byrjan upp á kappingarárið, men tað er eisini ein vandi fyri, at ítrótarligi dysturin verður ávirkaður av, at viðhaldsfókini hjá Manchester United fara at mótmæla eigaraviðurskiftini við Glazer-familjuna.

 

1Manchester City22006:06
2Arsenal22006:26
3Brentford21106:24
4Tottenham21106:34
5Newcastle21102:04
6Leeds21104:34
7Chelsea21103:24
8Brighton21102:14
9Aston Villa21012:33
10Nottingham Forest21011:23
11Bournemouth21012:43
12Liverpool20203:32
13Fulham20202:22
14Wolves20111:21
15Leicester20114:61
16Crystal Palace20111:31
17Southampton20113:61
18Everton20021:30
19West Ham20020:30
20Manchester United20021:60