Crocodile Dundee leikari deyður

Hann var ein av kendastu upprunafólkunum í Australia.

Australski filmsleikarin David Gulpilil er deyður, 68 ára gamal.

 

Hann var ein av kendastu upprunafólkunum í Australia.

 

Kendur er hann m.a. frá stórfilminum Crocodile Dundee, men longu í 1971 gjørdist hann kendur í filminum Walkabout. Har er hann ein av upprunafólkunum í Australia, ein drongur, ið hjálpir eini gentu og beiggja hennara, tá tey eru vilst úti á oyðini.

 

Hann var bert 14 ára gamal, tá hann leikti filmin, og hann tosaði ikki væl enskt, men hann varð tó róstur til skýggja í Cannes og Hollywood.

 

Um lív sítt hevur hann sagt:

 

- Eg eri dansari, listamaður, so sum mong av fólki mínum. Eg eri eisini sjónleikari, og kanska hava tit sæð meg í The Storm Boy ella í Crocodile Dundee ella í filminum Australia.

 

- Eg havi fingið heiðurslønir og ferðast kring heimin, og eg havi hugnað mær við Jimi Hendrix og Bob Marley, og eg havi fingið heiðurstekin frá ensku drotningini. Ikki so galið av einum littum manni. Eg havi eisini sitið í fangahúsi meira enn einaferð.

 

David Gulpilil hevði lungakrabba. Sjúkan varð staðfest fyri 4 árum síðani.