Døgg og rúmdarfólk í Tøting

Fríggjakvøldið 22. Apríl kl. 21.00 fara Døgg Nónsgjógv og Space Invaders á pall í Tøting

Fríggjakvøldið 22. Apríl kl. 21.00 fara Døgg Nónsgjógv og Space Invaders á pall í Tøting.

 

 

Døgg Nónsgjógv:

Døgg hevur veruliga sligi sítt navn fast í føroyska tónleikahjarta seinastu 2 árini. Við síni inniligheit og eyðmjúkleika bæði í verðu, orðum og tónleiki, hevur Døgg á serligan hátt veruliga megna at og rokki inn at spæla við hjartastreingirnar í føroysku fólkasálini.

 

 

Líka síðan fyrstu fer, Døgg kom út í føroysku útvarpslurtini, munnu flest hava viðurkent, at hendan unga kvinnan er og hevur nakað serstakt og egið, og sum eisini hevur røtur í upprunanum av føroyskum fólkatónleiki.

 

 

Fríggjakvøldið kann Døgg upplivast við fullum útblástri í Tøting í Syðrugøtu. Bólkur hennara er mannaður av Knút H. Eysturstein, Per I. Højgaard Petersen, Sakaris Emil Joensen, Allani Tausen og Drós R. Joensen.

 

 

SPACE INVADERS er ein forvitnislig nýggj synthesizer verkætlan, ið var stovnað til improviseraða framførslu á framsýningini “Rúmd/Space” hjá Brandur Patursson á Ólavsøku 2015.

 

 

Bólkurin telur fýra tónleikarar við hvør sínum monofona synthesizara: Heðin Ziska Davidsen, Knút Háberg Eysturstein, Sakaris Emil Joensen og Per I. Højgaard Petersen.

 

 

Fríggjakvøldið fara teir at framføra tónleik til úrvaldar sci-fi stummfilmsklassikarar. Nútíðin fer aftur til framtíðina hjá fortíðini!

 

SPACE INVADERS hertaka Tøting við rúmdartónleiki og gomlum stummfilmum á stórskíggja.