Dáin 15 ár

Hósdagin verður opið hús í Dáanum í Klaksvík, tí tá fyllir umlættingarheimið 15 ár

Hósdsagin 1. apríl millum klokkan 16 og 18, fer umlættingarheimið, Dáin í Klaksvík, at hava opið hús í samband við, at stovnurin hevur 15 ár á baki.
               Umframt te, kaffi, køkur og sang, verða eisini røður hildnar. Jona Nielsen, nevndarformaður og Jóna Olsen, sum var leiðari, tá Dáin læt upp, fara at flyta fram røður.
               Starvsfólkið vóna, at nógv fólk fara at nýta høvið at koma inn á gólvið í Dáanum føðingardagin.
               Í Dáanum eru 6 døgnpláss og 4 pláss fyri dagumlætting. Fólk í øllum aldri, úr øllum landinum koma til umlætting í Dáanum. Yngsti brúkarin er 3 ár og tann elsti er 82.
               Tað er ikki ov nógv sagt, at Dáin var ein kærkomin og alneyðugur stovnur, sum, um vit kunnu siga tað so, eigur lívið í mongum avvarandi at menningartarnaðum.
               Tey, sum gjøgnum árini hava komið til umlætting í Dáanum, hava trivist væl í hugnaliga og fjálga umhvørvinum har.