Dálking kann koppa føroyska búskapinum

Svend Auken fyrrverandi orku- og umhvørvismálaráðharri í Danmark sigur, at veðurlagsbroytingar og broytingar í streymviðurskiftum, kunnu ávirka fiskistovnarnar og enda við at koppa føroyska búskapinum

Fyrrverandi danski orku- og umhvørvisráðharrin Svend Auken kemur í dag til Føroyar í sambandi við, at hann mánadagin skal halda fyrilestur um orku- og umhvørvispolitik. Tað er Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í orkumálum, hevur boðið Auken til Føroya at halda fyrilestur, í samband við, at arbeitt verður við at orða yvirskipaðan orkupolitikk fyri Føroyar.
Svend Auken sigur sjálvur, at hann kemur at bøta um skaðan, sum Bjørn Lomborg gjørdi, tá hann fyri júst einum ári síðan var í Føroyum og helt fyrilestur um sama evnið. Sambært Svend Auken eru teir báðir 100% ósamdir um alt, ið viðvíkjur umhvørvismálum.
Sera týdningarmkið fyri føroyingar
Svend Auken sigur, at tað sum Bjørn Lomborg sigur, ikki bara er tvætl, tað er eisini sera vandamikil hugsan. Bjørn Lomborg hevur tí sannføring, at mannaskapta dálkingin ikki hevur tey umhvørvisárin, ið grannskarar annars halda. Hetta heldur Svend Auken verða vandamikið á tann hátt, at hetta er at mæla til, at bara lata dálkingina og umhvørvistrupulleikarnar sigla sín egna sjógv. Hetta kann hava sera ringar avleiðingar fyri okkum øll. Veðurlagsbroytingar og broytingar í streymviðurskiftum, kunnu t.d. gerast enn verri, og hetta kann ávirka fiskistovnarnar nógv.
Fyri eitt land sum Føroyar kann hetta gerast sera álvarsamt. Við fiskivinnuni sum høvuðsvinnu kunnu sjálvt smávegis broytingar koppa øllum landsbúskapinum. Tí er umhvørvismál serliga týdningarmikil fyri føroyingar.
Eisini fyri grønlendingar er hetta álvarsamt. Grønland er sambært Auken, tað landið, ið er harðast rakt av klimabroytingum, hetta hevur við sær at innlands-ísurin smeltar við ræðandi ferð.
Orkumál eru áhugaverd fyri øll
Svend Auken fer umframt umhvørvismál, at tosa um orkumál. Her leggur hann dent á, at tað er líka mikið hvønn politiskan lit tú hevur, og hvørji umhvørvissjónarmið tú hevur. Øll kunnu semjast um, at betri gagnnýtan av orku er vegurin fram. Hetta er galdandi bæði frá umhvørvissjónarmiðinum: "minnið oljunýtsla dálkar minnið", og frá fíggjarliga sjónarmiðinum, "minnið oljunýtsla kostar minnið".
Í Føroyum sær hann stórar møguleikar fyri vindorku, og ætlar at skjóta upp, at samstarv verður fingið í lag við teir granskarar, ið sita á Riisø og arbeiða við royndum við vindorku.
Sjóvinnan er gloymd
Hann heldur, at tað er sera óheppið, at so lítið er gjørt við orkueffektivisering í sjóvinnuni, skipini brúka enn sera dálkandi olju. Harumframt verur í hesi vinnu slettis ikki hugsa um betri gagnnýtan av orku. Hetta eigur at verða raðfest. Tildømis eru áhugaverdar royndir gjørdar við vindorku umborð á skipum. Við at brúka vind saman við olju kann oljunýtslan falla. Hetta er eitt framstig bæði fíggjarliga og á umhvørvisøkinum. Her er ikki talan um seglskip, men um okkurt slag av drekum. Hann vísir til nýggjastu útgávuna av "The Ecoomist" har hesar royndir verða lýstar.
Eisini er brint ein orkukelda, ið sambært Auken gevur sera spennandi møguleikar, og ivaleyst verður fremsta orkukeldan í framtíðini.
Áhugin fyri umhvørvismálum
Áhugan fyri umhvørvi fekk Auken longu í sjeytiárunum, tá hann sum arbeiðsmálaráðharri var høvuðssniðgevi í donsku arbeiðsumhvørvisumbótini. Við hesum arbeiði spretti tann prinsipielli áhugin fyri umhvørvismálum. Í árunum 1993-2001 sat Auken, sum ráðharri fyri umhvørvis- og orkumál, og var eitt tíðarskeið somuleiðis formaður í umhvørvisnevndini hjá teimum evropeisku javnaðarflokkunum.
Hann greiðir frá, at longu í tíðini tá Anker Jørgensen sat sum formaður í danska javnaðarflokkinum, tóku teir avger um, at danski javnaðarflokkurin skuldi vera ein grønur flokkur. Grundhugsjónin var, at langskygd sjónarmið á umhvørvisøkinum, skuldu takast framum stuttskygd sjónarmið um fíggjarligt avkast.
Hetta arbeiðið var sambært Auken so væleydnað, at eingin grønur flokkur hevur fingið fótafestið í Danmark. Hann metir ikki, at tørvur hevur verið á einum slíkum flokki, tí javnaðarflokkurin røkir hesa uppgávu til fulnar, sjálvandi saman við teimum radikalu og sosialistiska fólkaflokkinum, er hann skjótur at viðmerkja.
Aktivur danskur umhvørvisprofilur
Hann heldur, at serliga í árunum 1993-2001 hendi nógv. Danmark fekk ein aktivan umhvørvisprofil, og arbeiðið við umhvørvismálum varð raðfest høgt. Hetta smittaði av í øllum Evropa, og var við til at skapa ein aktivan evropeiskan umhvørvispolitikk, sum Danmark eigur stóran lut í. Hetta kom millum annað til sjóndar á ST-Ráðstevnuni fyri umhvørvi fyri Evropa, ið Svend Auken skipaði fyri í Århus í 1998.
Alt fari fyri skeytið
Svend Auken sigur seg harmast um støðuna á umhvørvismálum í Danmark í dag. Í tíðarskeiðinum tá Auken var ráðharri í umhvørvismálum vuksu játtananirnar til umhvørvið ikki stórvegis í Danmark, men økið bleiv gjørt nógv effektivari, og málrættað.
Tá nýggja stjórnin tók við í 2001, vórðu 1000 størv skorðin burtur í umhvørvismálum. Nýtslan av sproytievnum í landbúnaðinum er farin at veksa aftur, aftan á at hon fall støðugt undir seinastu stjórn, útlátið av vakstrarhúsgassum er farið at veksa aftur, aftaná at havi verið fallandið.
Fíggjarmálaráðið stýrir umhvørvismálum
Í eini sjónvarpsendin í fjør segði Svend Auken við Umhvørvismálaráðharran Connie Hedegaard, at hon var ein skilagóð kvinnna við røttum meiningum innan umhvørvismál, men at tíanverri var hon tann einasta í donsku stjórnini. Hetta heldur hann fæst við. Hann sigur, at Connie Hedegaard hevur so lítið at týdningi í stóra putlispælinum, at hon einki fær gjørt. Orkumál eru tikin burturúr hennara málsøki, Umhvørvisvernd er gjørd kommunal, og fíggjarligi niðurskurðurin hevur verið sera umfatandi.
Svend Auken heldur, at hetta er einki minnið enn ein vanlukka fyri Danmark. Tað er danska fíggjarmálaráðið, ið stýrir umhvørvis- og orkupolitikkinum, og hetta sæst aftur. Danmark er ikki longur ein oddafiskur í arbeiðinum við varandi orku, virkir og fyritøkur fáa fríar ræsur á umhvørvisøkinum, og arbeiðið við at fáa reint vatn er steðgað.
Hann gevur Dansk Folkeparti og Venstre alla skuldina, sambært honum eru tað hesir flokkar, ið avgera politikkin á hesum øki, og her verður bara hugsað um stuttskygdan fíggjarligan vinning.
Vil norður eftir
Hetta er sættu ferð, at Svend Auken vitjar í Føroyum. Hann heldur, at tað er undrunarvert at síggja, hvussu væl føroyingar klára seg undir teimum fyritreytum, sum vit virka undir. Hann sigur, at fyrsta ferðin í Føroyum var tá William Heinesen hevði 90 ára føðingardag. Síðan tá hevur hann vitjað í politiskum ørindum fýra ferðir.
Hann hevur verið í Suðuroynni fleiri ferðir, bæði saman við Jóannesi Eidesgaard og áðrenn tað við Atla Dam. Sandoynna, Vágoynna og Miðstaðarøkið hevur hann somuleiðis vitjað, men hann hevur ongantíð verið í norðara parti av landinum. Hann vónar at sleppa at síggja henda part av landinum á hesi ferðini. Hann heldur føroysku náttúruna vera sera vakra og stórfingna.