Jákup Mørk
Síðani summarsteðgin hevur Tummas Pauli Olsen, sum annars hevur verið hjálpardómari, eisini dømt dystir í bestu føroysku mansdeildini.
Hetta í sjálvum sær er kanska ikki so merkisvert, og yvirhøvur tykist hann eisini at vera komin væl frá uppgávu síni í so máta.
Í stríð við FIFA reglur
Trupulleikin við hesum er, at hetta er beint í stríð við tær reglur, sum altjóða fótbóltssamgongan, FIFA, hevur viðtikið á økinum.
FIFA setir nevnliga sum treyt, at ein hjálpardómari í FIFA-høpi ikki kann døma dystir í fremstu heimligu deildini. Hetta hevur áður ført til skarpskeringar heima í Føroyum, men nú noyðir dómaratrotið FSF at seta hesa lóg til viks.
Óli Holm, formaður í dómaranevnd FSF?s sigur við Sosialin, at orsøkin til, at FSF nú víkir frá teimum reglum, sum FIFA hevur stungið út í kortið, er sjálvsagt, at tað í løtuni er veruligt trot á dómarum. Hann sigur, at talan sum so ikki er um nakað krav frá FIFA, men viðgongur tó, at FSF áður hevur hildið fast um hesar reglur, sum eisini verða nýttar í øllum grannalondum okkara.
Hann heldur ikki, at talan sum so er um nakra nýggja støðu, men at hetta er vorðið serliga týðuligt, nú tríggir royndir dómarar innan stutta tíð hava lagt frá sær.
Talan er um Oddmar Andreasen og Birgir Sondum, sum báðir kendu seg illa viðfarnar, umframt at Kim Ejdesgaard í summar legði floytuna endaligt á hillina, eftir at hava dømt í fremstu deildini í nógv ár.
Betra um karmarnar
Spurdur, um hvørji tiltøk FSF ætlar at seta í verk til tess at fyribyrgja hesum trupulleika, vísir Óli Holm á, at FSF hevur gjørt eitt stórt arbeiði á hesum øki seinastu árini.
Eitt nú hava seinastu 7-8 árini verið hildin reglulig skeið fyri verandi dómarar, eins og ein føst útbúgvingarskipan hevur virkað í eini 6-7 ár.
Óli Holm vónar, at hetta eisini fer at vísa seg um nøkur ár, soleiðis at tað verður ein javnari streymur av dómarum. Í løtuni er støðan nevnliga tann, at aldursbýtið millum dómararnar er ógvuliga ójavnt, soleiðis at vit hava nakrar dómarar við nógvum royndum, meðan vit hava nakrar, sum hava lítlar royndir í bestu deilini. Síðani er eitt stórt glopp ímillum hesar, og hetta má sigast at vera ein óheppin støða.
Formaðurin í dómaranevndini vísir tó í sama viðfangi á, at uppgávan hjá FSF í hesum sambandi er at skapa nóg góðar karmar til dómararnar at virka undir. - Sjálv rekruteringin av komandi dómarum er ein uppgáva, sum feløgini eiga at taka sær av, sigur formaðurin.
Týdningarmikið við felag
Við hesum meinar hann við, at tað ikki skal ella eigur at vera uppgávan hjá FSF at finna fram nýggj dómaraevni og eggja hesum til. ? Verður tann ábyrgdin tikin frá feløgunum, kann hetta geva úrslit í eini líkasælu á økinum, soleiðis at feløgini als ikki gera nakað við málið.
Óli Holm vísir eisini á, at eitt nú í Noreg eru dómarar framhaldandi limir í ymsu fótbóltsfeløgunum, og eru teir tá aktivir í arbeiðinum hjá feløgunum at uppala nýggjar dómarar.
At dómarar framvegis eru knýttir at feløgum, merkir tó á ongan hátt, at FSF ikki vil hava nakað dómarafelag. Óli Holm sigur, at tað er av alstórum týdningi, at dómararnir hava eitt felag, sum kann tala teirra felags søk.
Sjálvur heldur hann, at dómarafelagið, hóast sera trongar karmar, hevur virkað væl, og heldur hann, at gott samstarv hevur verið millum FSF og felagið. Nakað sum kanska kann tykjast ilt at skilja, tá dómararnir í vár hóttu við verkfallið. Eitt verkfall, sum tó varð av ongum, tá tað kom til stykkis.
Harmur um missin
Ein avleiðing av hesum var, at Oddmar Andreasen fyri fyrst hevur lagt floytuna á hillina, og í summar gjørdi Birgir Sondum av, at hann ikki verður tøkur at døma dystir, tá sum eftir er av árinum.
Um hetta sigur Óli Holm, at teir sjálvsagt eru keddir um missin av tveimum somikið royndum dómarum, men hann vísur aftur, at FSF skal hava gjørt ov lítið, til tess at halda teimum til.
- Tá dómarar taka eina slíka avgerð, eru vit noyddir at taka hana til eftirtektar. Vit eru noyddir at virða teirra ynski um at fáa ein steðg í dømingini, men tað merkir ikki, at vit ikki harmast um støðuna, sigur Óli Holm at enda.