Venezuelskur fótbóltur er skelkaður, eftir at ein dómari leygardagin varð skotin og dripin, meðan hann dømdi ein dyst í heimligu Futsal-kappingini.
42 ára gamli Timoleon Castillo varð skotin av ókendum gerningsmanni undir einum dysti í býnum San Rafael Cordero, ið liggur í statinum Tachira.
Dómarin hevði júst noktað fyri einari útskifting, tá gerningsmaðurin í hurlivasanum eftir eina skoring kom inn á vøllin og skjeyt dómaran tríggjar ferðir. Tað endurgevur Tipsbladet venezuelska blaðið El Nacional at skriva.
Timoleon Castillo varð beinanvegin koyrdur á lokala sjúkrahúsið, men lívið stóð ikki at bjarga. Gerningsmaðurin slapp til rýmingar í vasinum eftir skothendingina.