Franski venjarin hjá enska felagnum Arsenal heldur, at dómarin avgjørdi toppdystin millum Chelsea og Arsenal um vikuskiftið. Chelsea vann dystin 3-0, eftir at støðan var 2-0 í hálvleikinum. Stutt inn í seinna hálvleik skoraði Arsenal, men dómarin kolldømdi málið. - Hetta var tað, sum avgjørdi dystin. Sjálvur haldi eg ikki, at tað var ein røtt avgerð av dómaranum, sigur Arsene Wenger. Arsenal fekk ikki bóltin í málið aftur, og stutt fyri leiklok skoraði Chelsea triðja málið í dystinum.