Dómstólar

Tá danska stjórnin í 1946 setti fram sítt uppskot til eina skipan, sum Føroyar av náði kundi fáa eftir kríggið, segði Thorstein Petersen nei.

Orsøkin var tann, at hann vildi hava, at vit skuldu hava lóggávuvaldið, og tað vildi danska stjórnin ikki ganga við til.
Nú er danska stjórnið komin til ta sannføring, at um ikki so langa tíð fara føroyingar at skipa eitt sjálvstøðugt ríki. Teir vilja fegin hava, at samstarvið okkara millum skal vera gott eftir at ríkisrættarliga sambandið er loyst, og tí vilja teir ikki siga nei til nakað av teimum stigum, føroyingar taka á sjálvstýrisleið.
Føroyskur sjálvstýrispolitikkur er tí vorðin eitt sjálvtøkuborð. Vit hava nøkur málsøki, sum ikki eru yvirtikin enn, men vit kunnu sjálvi gera av, hvørji vit yvirtaka og í hvørjari røð.
Tá so er, er spurningurin: Hvat er mest umráðandi at fáa undir føroyskt málsræði?
Her er eingin ivi: Tað er dómsvaldið!
Hetta er fyrst og fremst av tí, at eitt samfelag hevur ikki fult lóggávuvald fyrr enn tað eisini hevur ræði á dómstólunum. Dómstólarnir kunnu umtolka lógir, so at tað sum fæst burtur úr teimum ikki er tað sum lóggávuvaldið hevði ætlað. Um so er, at ein lóg ikki er í samljóði við stjórnarskránna, so kunnu dómstólarnir seta lógina úr gildi.
Einki samfelag kann lata einum øðrum samfelag upp í hendur at hava hetta vald inni í síni egnu skipan.
Ein dómstólur, sum okkum tørvar almikið, men sum vit ikki kunnu fáa sum er, er ein ríkisrættur. Tað kann jú hugsast, at hægsta stýrið í einum landi brýtur landsins lógir. Teir kunnu ikki ákærast av vanliga ákæruvaldinum og dømast av vanligu dómstólunum. Har er tað tingið sum ákærir og hevur reglur fyri hvussu tann serligi dómstólurin, sum skal døma fyri slík brotsverk, skal verða settur saman. Fyri at borgarar landsins skulu hava nakra trygd fyri, at tey ið stýra eru at líta á, er ikki nóg mikið at geva teimum høgar lønir og eftirlønir, men eisini at hava stóra koyrilin til at revsa tey, sum gera landinum skaða í sínum starvi.
Nú hevur almikið verið frammi um, at serligar reglur eru galdandi fyri eitt málsøki, sum vit hava lagt undir føroyskt lóggávuvald, nevnliga arbeiðaramál. Men framvegis eru arbeiðaramál undir tí danska dómsvaldinum. Hetta vísti seg undir viðgerðini av tí sonevnda merkjamálinum, har partarnir vóru ósamdir um, hvørt tey sum arbeiddu á flakavirkjunum skuldu leggja merki í kassarnar ella ikki. Hetta málið fór heilt í hægstarætt, og hann dømdi, at tað skuldi fyri ein gerðarrætt, hvørs avgerð skuldi vera endalig. Í hesum gerðarrætti høvdu arbeiðarar og arbeiðsgevarar hvør síni tvey umboð, og tann danski tænaswtumaðurin, sum var dómari í Føroya rætti, var formaður. Arbeiðararamboðini hildu við arbeiðarunum, arbeiðsgevaraumboðini hildu við arbeiðsgevarunum, og tí hevði dómarin frítt at fara, og hann dømdi arbeiðsgevaranum til vildar.
Soleiðis hava royndirnar verið hjá arbeiðarafeløgunum í Danmark. Tey siga, at vanligu dómstólarnir eru klassadómstólar, tí teir, sum gerast dómarar, eru kjarnin í yvirklassanum í danska samfelagnum, og teir halda við sínum egnu. Arbeiðararnir í Danmark høvdu so ringar royndir av at lata hesar klassadómstólar døma í málum um ósemjur á arbeiðsmarknaðinum, at teir í 1899 gjørdu ta sonevndu septembersemjuna, sum m.a. bar við sær, at vit fingu serligar dómstólar til at døma í ósemjum á arbeiðsmarknaðinum. Hesir dómstólar eru mangan harðir fyri arbeiðararnar, tí har eru ikki bert umboð fyri partarnar, men har sita eisini vanligir dómarar. Hóast tað hava donsku arbeiðarafeløgini í 111 ár havt hesa skipan heldur enn at vera undir teimum vanligu klassadómstólunum.
Nú hava vit havt eina royndarskipan við einum føstum gerðarrætti. Eftir øllum at døma ætla arbeiðarafeløgini at avtaka hesa skipan. Avleiðingin av tí er, at vit aftur koma undir teir donsku klassadómstólarnar, og so kunnu vit fáa endurtøkur av merkjamálinum, har ein danskur tænastumaður kundi fella endaligan dóm arbeiðsgevarunum til fyrimunar.
Hetta er ein skipan, sum vit als ikki kunnu taka undir við, og er hetta enn ein orsøk til at yvirtaka dómsvaldið.
Summi hveppa seg viðhvørt fyri yvirtøkum, tí tey halda, at tær eru ov dýrar, men hetta er ein bílig yvirtøka.
Her er tí einki at drála eftir.