Dómurin avgerandi ikki revsingin

Fyri mær tað mest týðandi, at Milan Kolovrat varð dømdur fyri drápið á Pidda Hansen. Um revsingin so gjørdist 14 ár heldur enn 16 er ikki so ógvuliga týdningarmikið, sigur Linda Hesselberg, sum metir drápsmálið móti kroatanum eitt tað størsta í karrieruni

Í gjár fall so revsingin í sakarmálinum móti kroatiska Milan Kolovrat. Linda Hesselberg hevur verið ákæri, og fyri hana var áramálið ikki tað týdningarmesta.
- Eg eri væl nøgd við, at hann er dømdur. Fyri mær vóru árini ikki tað avgerandi, men tað, at hann varð kendur sekur. Og 14 ár liggja jú oman fyri 12 ár, sum er tað vanliga, so rætturin hevur sagt, at her er talanum herðaðar umstøður, sigur Linda Hesselberg.
Hesar herðaðu umstøðurnar vóru millum annað, at Milan fór innar í sovikamarið hjá Pidda og drap hann, meðan hann var verjuleysur. Og tann sannroynd, at líkið er burtur, hevur eisini talt við.
- Og tað kann eg bert vera nøgd við. Spurningurin, um 14 áqr so er nóg mikið, er ikki ein spurningur, sum liggur undir føroyska fútanum, tí tað er ríkisadvokaturin, sum tekur støðu til slíkar dómar, sigur Linda Hesselberg.
Hon fer sjkálvandi at kunna ríkisadvokatin um avgerðina.
- Men eg eri nøgd við, at talan gjørdist um 14 ár heldur enn um 12 ár, sigur Linda Hesselberg.
Tað, sum fyrst og fremst eyðkennir sakina móti Milan Kolovrat er, at eingin farvegur er funnin eftir Pidda.
- Hetta hevur verið ein trupul og einavbjóðandi søk, men hvørki politi ella ákæruvald hava ivast stórvegis í, at prógvini rukku – sjálvt um tú altíð kanst ivast eitt sindur, inntil nevningarnir hava sagt sína avgerð, sigur Linda Hesselberg.

Nevningarni rós
Hon heldur, at talan var um so nógv ymisk prógv, og tá hesi øll vórðu løgd saman, fekst bert hin eina myndin.
- Hetta skal haldast upp ímóti einum manni, sum var til staðar í sínum lívi. Gamaní er hann onkuntíð farin út at ferðast, men hann er altíð komin aftur eftir stuttari tíð, so tað var einki, sum bendi á, at nakað var ørvísi hesaferð, sigur Linda Hesselberg.
Kortini hevur talan verið um eina serliga avbjóðing, og ákærin er serliga hørm um, at tað ikki hevur eydnast at finna líkið, so familjan hevur eitt gravstað at vitja.
Tá tað kemur til nevningarnar hevur uppgávan verið serstakliga trupul, júst tí, at einki lík er funnið, og um teir dømdu Milan Kolovrat, vóru teir á sín vís við til at skriva rættarliga søgu. Og tað skilir Linda Hesselberg væl.
- Eg havi sera stóra virðing fyri tí arbeiði, sum nevningarnir her hava gjørt, tí tað var ein stór uppgáva. Ikki bara tí, at einki lík fyriliggur, men eisini tí, at talan var um serliga nógvar smálutir. Tað vóru nógvir ymiskir kanningarhættir, sum teir skuldu taka støðu til, og eg havi upplivað eitt nevningating, íroknað teir báðar tiltakslimirnar, sum alla tíðina hava fylgt við, sigur Linda Hesselberg.
Hon vísti eisini til orðini hjá Henrik Møller, dómara, tá hann takkaði nevningunum fyri dygdargott arbeiði.
- Tað eri eg samd við dómaranum í. Teir hava greitt teirra uppgávu á besta hátt, ikki bert tí teir dømdu Milan Kolovrat, men so sanniliga eisini tí, at teir alla tíðina fylgdu við og konsentreraðu seg um uppgávuna, sigur Linda Hesselberg.

Geva ikki upp
Linda Hesselberg er onga løtu í iva um, at hetta hevur verið eitt týðandi mál.
- Nú hava vit ákærar ikki ein topp-tíggju lista, men tað er einki at taka seg aftur í, at hetta er eitt av málunum, ið hevur størstan týdning fyri meg sum ákæri.Tað var ikki týdningarleyst í hesum málinum, hvør avgerðin bleiv, ikki minst tí her stóð ein familja eftir, sum vantaði svar. So hetta hevur verið ein heilt serlig sak og ein, sum eg fari at minnast alla mína tíð, sigur Linda Hesselberg.
Tá Milan Kolovrat so var dømdur, játtaði hann, at tað var hann, ið hevði dripið Pidda, og at hann hevði tveitt líkið í havið, men tað gjørdi ikki tan stóra unin fyri ákæran.
- Fyri meg var tað fyri so vítt líka mikið. Eg havi jú sitið saman við politinum, bæði okkara egnu og Rejseholdet, og gjøgnumgingið hetta málið, og eg havi onga løtu verið í iva um, at Piddi var deyður, at hann er dripin, og at tað er ákærdi, sum hevur framt drápið, sigur Linda Hesselberg.
Hinvegin heldur hon, at tað kann hava havt týdning fyri nevningarnar.
- Fyri teir kann tað saktans hava verið gott, at hann játtaði, og kanska serliga fyri familjuna. At tað so er satt, tað sum hann hevur sagt um, hvar hann hevur gjørt av líkinjum av Pidda, er framvegis ein spurningur, men vit geva ikki upp. Fáa vit áheitanir um at kanna støð, har líkið kann vera, so gera vit tað, sigur Linda Hesselberg.