Døpur búskaparútlit í USA

Ein nýggj meting frá amerikanska tjóðbankanum, Fed, gevur ikki tær bestu vónirnar um gongdina í amerikanska búskapinum tað næsta árið. Samanumtikið sigur bankin, at búskaparvøksturin verður minni enn fyrr mett, og at arbeiðsloysið verður framvegis stórt.

Í juni segði Fed, at búskaparvøksturin í USA fór at liggja millum 3,3 og 3,7 prosent í 2012, men nú er bankin ikki so bjartskygdur, tí í dag sigur metingin millum 2,5 og 2,9 prosent. Ein avgerandi orsøk er sambært bankanum skuldarkreppan í evruøkinum.

Fed fegnast um, at arbeiðsloysið í USA vaks heldur minni í triðja ársfjórðingi enn væntað, men útlitini fyri 2012 eru ikki tey bestu. Fyri fimm mánaðum síðani metti bankin, at arbeiðsloysið fór at liggja millum 7,8 og 8,2 prosent í 2012, men nú sigur bankin í teirri nýggju metingini, at tað verður millum 8,5 og 8,7 prosent.