Tølini eru frá einum granskingarfelagi, sum eitur Dansk Hovedpine Selskab, skrivar blaðið 24timer. Granskararnir eru komnir eftir, at høvuðpína er orsøkin til tríggjar mió. sjúkradagar um árið í Danmark, og høvuðpína er sostatt ein tann mest vanliga pínuelvandi sjúkan í landinum. Men høvuðpínan er eisini ein samfelagstrupulleiki, siga granskararnir og vísa á, at tríggjar mió. sjúkradagar kosta samfelagnum smáar fimm mia. krónur í goldnum lønum.