Tað kostaði tí 20 ára gamla manninum, sum var ákærdur fyri neyðtøkuroyndir fýra ár og 11 mánaðir fongsul, umframt at hann skal rinda teimum fimm órættaðu tilsamans smáar 168.000 krónur.
Maðurin skal eisini rinda Trygd smáar 20.000 krónur, Tryggingarfelagnum Føroyar 4.000 krónur og einari fyritøku góðar 1.000 krónur fyri herverk á bilar.
Umframt hetta skal tann dømdi maðurin eisini rinda sakarmálskostnaðin.
Í samráð við verjan góðtók maðurin dómin.