Dýrari at kanna trygdarútgerð

Síðan Skipaeftirlitið varð yvirtikið, er eftirlitið av trygdarútgerð umborð á skipum vorðið dýrari. Orsøkin er, at klassin ger arbeiðið fyri skipaeftirlitið

Tað kostar einar 10.000,- krónur at fáa trygdarútgerðina umborð á einum línuskipið kannaða. Hetta er meirkostnaður, sum er komin, síðan Skipaeftirlitið vað yvirtikið, sigur ein reiðari, sum Sosialurin hevur tosað við.
Tað er rætt, váttar stjórin á Skipaefirlitinum. Og tað verður gjørt soleiðis sambært løgtingslóg um trygd á sjónum, sum er frá 2001.
Tá trygdarútgerðin umborð á føroyskum fiskiskipum í dag verður kannað, er tað klassin, sum ger hetta arbeiðið. Og fyri hendan ómakin fær reiðaríið so eina rokning, sum kann liggja frá 5.000,- til einar 10.000,- krónur, sigur reiðarin, sum Sosialurin hevur tosað við.
Hann vísir á, at hendan eykaútreiðslan er rímiliga nýggj, og var ikki, tá skipaeftirlitið var danskt. Tá var tað Statens Skibstilsyn, sum gjørdi hetta eftirlitið, og tað varð ikki tikið eykagjald fyri tað.
Óli Hans Hammer Olsen, stjóri á skipaeftirlitinum, váttar, at Skipaeftirlitið ikki ger tey eftirlitini, sum talan er um. Tað verður latið klassanum at gera. Sambært løgtingslóg um trygd á sjónum, sum er frá 2001, er Skipaeftirlitinum heimilað at leggja eftirlitið við trygdarútgerð til persónar ella fyritøkur, sum Skipaeftirlitið metir hava førleika til tess.
Grundgevingin fyri hesi heimild er, sigur Óli Hans Hammer Olsen, at avlasta almennu fyrisitingina sum mest.
Í Føroyum verður hetta latið klassanum at gera. Tað eru tey trý feløgini, sum umboðað eru í Føroyum. Tey eru Lloyds, Norske Veritas og Bur. Veritas. Og tey gera tað so móti brúkaragjaldi, sigur hann. Brúkaragjald er alt meira vanligt eisni í londunum rundan um okkum. Tað er í grundini bara føroyska Skipaeftirlitið, sum ikki krevur brúkaragjald, sigur stjórin.
Sum grundgeving fyri, at Skipaeftirlitið ikki sjálvt ger hesi eftirlit við trygdarútgerðini, nevnir Óli Hans Hammer Olsen manningartrot.
Skipaeftirlitið er stutt og greitt ikki nóg væl mannað til allar tær uppgávur, sum áliggja teimum. Tí er henda kunngerðin, sum heimilar at lata onnur gera vísar uppgávur, eisni sera hent, sigur hann. Tá skipaeftirlitið var danskt, sýnaðu teir skip. Og tað var so tað. Og tað enntá við fleiri donskum sýnsmonnum, sum ikki koma hendanveg, nú eftirlitið er yvirtikið. Í dag verður rættiliga nógv gjørt av at sýna smáar batar eisini, sigur Óla Hans Hammer Olsen.
Tað er ikki smávegis lógarverk, Skipaeftirlitið skal umsita, sigur stjórin. Ikki færri enn 4.000 siðum skulu tey hav skil á. Og talan er um altjóða reglur, sum skulu haldast. So greitt er, at við tí manningartali, sum er á stovninum, er veruliga neyðugt at leggja onkrar uppgávur til avgreislu uttan fyri húsið. Eitt nú eftirlitið við trygdarútgerðini.