Pætur við Keldu, sum er ein av 10, sum eru sloppin við í Grand Prix kappingin í DanmarkTað er estlendska sjónvarpið, sum skipar fyri, og tey hava bara sett 1.500 atgongumerki av til leysasølu í Estlandi ? og sølan fer fram á uppboðssølu um internetið til ein minsta prís upp á 4.500 estiskar krónur, tað er tað sama sum 2.140 krónur í okkara pengum. Hetta svarar nøkulunda til eina mánaðarløn í baltisku londunum.
Tað var estiska poppduoin, Padar & Bentons, sum vann Melodi Grand Prix í ár í Keypmannahavn, og tí er Estland vertsland hesaferð.
Melodi Grand Prix verður í Saku-Høllini í Tallin tann 25. mai komandi ár, og inn sleppa 6.400 áskoðarar.
Men fyrireikararnir hava fingið nógvan kritikk fyri fyrireikingarnar ? ikki bert fyri høga prísin, men eisini tí, at tað eru bara fólk í Estlandi, sum hava internetsamband og estiskt pass, sum sleppa at bjóða upp á atgongumerkini. Hetta gera, at hvørki tann stóri russiski minnilutin ella fastbúgvandi útlendingar sleppa við.
Fyri fyrstu ferð síðani 1979 er møguleiki hjá føroyingum at sleppa við til endaligu Grand Prix kappingina. Um tað eydnast Pæturi við Keldu at vinna kappingina í Danmark í februar, so skal hann umboða Danmark í Tallinn 25. mai.
Í 1979 vóru Annika Hoydal og Jógvan Telling við í donsku kappingini, tey gjørdust nummar 4?