Bretska oljufelagið BP upplýsir í dag, at higartil hevur felagið brúkt 2,65 milliardir dollarar í sambandi við oljuóhappið í Meksikoflógvanum. -Hetta hevur kostað okkum umleið 2,65 milliardir dollarar higartil, og tá eru allar útreiðslur við so sum útreiðslur til rudding, boringar, rættargjøld í sambandi við endurgjaldskrøv og annað, sigur BP í fráboðanini.
Sambært Reuters merkir hetta, at útreiðslurnar hava verið umleið 600 milliónir krónur um dagin tann seinasta mánaðin.
Óhappið hjá BP er vorðið ein búsksparlig og umhvørvislig vanlukka og hóttir bæði fiskivinnuna, ferðavinnuna og djóralívið í umráðnum.